Tá talan er um ábyrgdarfull arbeiði, hugsa vit kanska fyrst um politistar, brannmenn, læknar og líknandi, sum í ofta
koma í støður, har talan er um lív ella deyða. Men sjálvandi liggur ein ábyrgd í einum og hvørjum arbeiði. Tað áhugaverda er, hvussu ábyrgdin í ymiskum arbeiðum dynamiskt broytist alt eftir, hvussu samfelagið rundan um tað broytist og krevur ábyrgd í nógv størri mun.
Samfelagið avspeglar arbeiðsumráðið.
Fyri ikki so langari tíð síðani var tað ábyrgdin hjá einum lærara at banka vitan inn í sínar næmingar. Um ein ikki skilti, gloymdi, skulkaði ella uppførdi seg illa, ja, so fekk man bank. Faklig vitan, tað var ábyrgdin hjá einum lærara. Kláraði næmingurin ikki at fylgja við, so varð hann sleptur á fjall, settur á aftasta bonk.
Í dag er støðan – sum vit flest øll eisini hava ásannað – øðrvísi. Frá at vera tann einavaldandi og óuppnáiligi diktatorurin aftan fyri pultinum hevur ein lærari í dag fingið so nógv onnur ábyrgdarøki. Í dag er tað eitt krav, at ein lærari er pædagogiskur, sociologiskur, kommunikativur og sjálvsagt hevur góðar fakligar førleikar.
Vit hava eina føroyska fólkaskúlalóg við einari endamálsorðing, sum snýr seg um at fremja kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar. Hon snýr seg um menningina hjá tí einstaka næminginum, samkenning, hugflog og hug at læra. At hetta ljóðar gott, kunnu vit øll lætt vera samd um. Men at skula útinna alt hetta í verki er ein stór ábyrgd, og er tað yvirhøvur gjørligt?
Birita Weihe er lærari í Hoyvíkar skúla:
- “Eg eri heldig. Hvønn morgun, tá eg komi í skúla, sita nøkur fitt og smílandi snýð og vinka til mín,. Tey eru glað fyri at síggja meg. Og eg eri glað fyri at síggja tey. Mín gerandisdagur sum lærari kann ikki blíva betri. Eg havi fitt børn, og mínir kollegair eru fittir. Eg havi nógv børn, men eg eri ongantíð einsamøll. Vit eru altíð tveir, ella tríggir lærarar um flokkin. Og tað er júst hetta , sum eg trívist so væl við.”
Saman við 5 øðrum lærarum hevur hon ábyrgdina av 1. og 2. flokki í Hoyvíkar skúla. Tey húsast fyri seg sjálvi í tí nýggja bygninginum á skúlanum, og tey hava skipað skúlagongdina eftir einum leisti, sum hóskar teimum sera væl. Onkrir aðrir skúlar nýta eisini líknandi leist.
Tað eru umleið 40 næmingar í 1. og 40 í 2. flokki. Næmingatalið ger, at fleiri lærarar kunnu vera inni í senn. Hesum trívist Birita sera væl við. Sum einsamallur lærari í einum flokki, helt hon, at hon stóð í stað. Uppgávurnar vóru eisini so nógvar, ábyrgdin stór:
- “Nú læri eg okkurt hvønn dag. eg síggi, hvussu onnur arbeiða, og ábyrgdin kennist ikki so tung, tí vit eru fleiri um at deila hana. Ivist eg í onkrum, er altíð onkur at práta við.
Áðrenn eg byrjaði at arbeiða í tí toyminum, sum eg eri í nú, umhugsaði eg í roynd og veru eina tíð at gevast sum lærari, tí ábyrgdin kendist ov stór, og eg var sera einsamøll. Næmingarnir vóru stak fittir, men í longdini brennir man út”.
Trivnaðurin í hásæti
At barnið trívist í skúlanum, er eisini ábyrgdin hjá læraranum.
- “ Ja, vit vita jú nú, at um eitt barn ikki trívist, so hevur tað ilt við at læra. So á tímatalvuni stendur nú, at
næmingarnir skulu hava floksfund eina ferð um vikuna. Her verða ymisk mál vera tikin upp, serliga hvussu vit skulu vera ímóti øðrum og annars ymist, sum næmingarnir hava upp á hjarta. Her læra tey at biðja um orðið, siga sína hugsan, lurta eftir hinum og annars at loysa trupulleikar.
Í skúlanum skal vera pláss fyri okkum øllum. Um onkur trupulleiki stingur seg upp, so loysa vit hann her og nú. Sum oftast er tað onkur, sum hevur argað onkran, ella tveir næmingar eru farnir til hendurs. Sovorðið skal ikki bíða..”
Tá Birita verður spurd um, hvussu hon sum lærari dámar at arbeiða á hendan hátt, kundi hon ikki latið meira positivt at.
- “Tað hevur nógv at siga at hava eitt arbeiðspláss, har tú veruliga trívist. Vit lærarar arbeiða sera gott saman og leggja øll stóran dent á, at tað skal vera trivnaður bæði næmingana ímillum men eisini ímillum teir og okkum lærarar.
Hvar skal lærustøðið liggja?
Pædagogikkurin í dagsins skúla leggur upp til, at tað ikki skal verða gjørdur munur á næmingar. Men ongir næmingar eru eins, og tað kann tykjast torført at seta lærustøðið í undirvísingini. Tað hevur sjálvandi týdning at fáa tey, sum eru veikast fyri við, men í seinastuni hevur ljós verðið varpað á, at teir sterkaru næmingarnir so sita og keða seg í tímunum. Til hendan trupulleikan sigur Birita:
- “Tað er sjálvandi trupult at vera allastaðni í senn, men vit halda tað hava sera stóran týdning, at børnini sleppa at arbeiða á einum støði, sum er hóskandi fyri júst tann einstaka, og tað at vit eru fleiri lærarar til staðar ger, at vit kunnu bjóða teimum nógv betri hjálp.
Vit eru sjálvandi ikki øll eins væl fyri. Men tey klóku eru ikki altíð tey smartastu ella tey, sum koma longst. Sum oftast snýr tað seg í longdini um arbeiðslag. Og tað kunnu teir “klóku” næmingingarnir ofta hava ringt við at skilja”.
Kann skipanin útviklast til onnur?
Nú koyra Birita og tey teirra skipan við teimum yngstu flokkunum í skúlanum. Men kann tað hugsast, at sama skipanin kann vera nýtt til teir eldru flokkarnar, bæði tá hugsað verður um trivnað, um lærustøðið o.a.?
- “Jú, tað kann man sikkurt. Tað kann eisini væl vera, at vit fara at gera tað í framtíðini. Nú eru vit heldur ikki tey fyrstu, sum brúka hendan undirvísingarháttin við at samla tveir flokkar saman í ein stóran hóp við fleiri lærarum til hvønn tíma, men tað tykist sum tað er tendensur til at skipanin fellur burtur hjá teimum flestu aftaná 1-2 ár.
Hetta riggar bara, um lærararnir duga at handfara tað. Ikki at tað neyðturviliga skal vera akkurát líka sum eftir okkara leisti, tað skal vera formað eftir júst sínum egna tørvi. Tað er hinvegin absolut neyðugt, at tað er gott samstarv ímillum lærararnar. Og sjálvandi hevur tað eisini eins stóran týdning, at man fær nóg góð hølisviðurskifti til bólkaarbeiði v.m”.
Baksíðan á medaljuni
Eftir at hava koyrt hesa skipanina í eina tíð, hava Birita og tey funnið útviklað ein góðan og gevandi arbeiðsdag fyri júst tey. Men eru so nakrar ringar síður við hesari skipan?
- “Sjálvandi er tað ein stórur biti at hava 40 næmingar í einum flokki. Tað kann vera torført hjá tí einstaka næminginum at sleppa framat, og viðhvørt følir man sum lærari ikki, at man hevur nátt at práta við øll. Men fyrimunirnir eru so nógvir. Er tørvur á at taka sær av einum einstakum næmingi, er høvi gott til tess, tí hin lærarin kann jú taka sær av restini ta løtuna”.
Sambandið við foreldur
Samanumtikið vilja eisini næmingarnir fáa mest burtur úr skúlagongdini við nøgdum lærarum, heldur Birita.
Ofta eru forvæntningarnar til ein lærara óyvirkomiliga stórir, og kanska serliga frá foreldrum, sum jú vilja tað besta fyri teirra børn. Hvussu handfara Birita og tey hendan trupulleikan?
- “Nei, vit hava øgiliga sjálvdan trupulleikar við ágangandi foreldrum. Mínar egnu royndir siga, at bara man tosar við tey og fortelur teimum, hvat vit gera í skúlanum, hvat vit forvænta av teimum og næmingunum, so verða ongir trupulleikar á hasum økinum. Foreldur eru øgiliga glað fyri og áhugað í at hoyra, hvat hendir í gerandisdegnum hjá
barni teirra”.
Ein skúli fyri øll?
Sjálvandi skulu øll hava rætt til skúlagongd. Men er tað realistiskt at siga, at fólkaskúlin skal vera fyri øll?
- “At siga at fólkaskúlin skal vera fyri øll, var helst ein máti at spara pengar uppá, tí skulu vit taka okkum av øllum, mugu pengar fylgja við, og tað síggja vit einki til. Hetta haldi eg vera tað ringasta við at vera lærari: Hevur tú trupulleikar, er tað bara ergiligt, og so er eitt barn dottið niður millum. Tað er næstan ikki til at liva við. Tí tað er avmarkað, líka mikið hvussu nógv vit kýta okkum, hvussu nógv vit klára í senn. Lærarar eru eisini menniskju”.