Mikudagin 20. Juli var eitt áhugavert og ikki sørt skemtiligt tiltak í Sirkus niðri í Vágsbotni. Ein Tom Selleck kapping.
Klokkan 20 varð byrjað, stóð tað á teimum mongu flyers, sum hava hingið runt í Havnini í eina tíð. Eg haldi at eg kanska havi verið ov leingi í Danmark, tí eg hevði nokk gloymt, at her byrja tiltøk vanliga til føroyska tíð. Gunn-tíð. Men tað bilaði nokk ikki tað stóra at hugna sær eina løtu saman við teimum fáu, sum eisini vóru komin til tíðina. Eg tók mær høvi at líka fáa eitt orð við Sunnevu Háberg Eysturstein, sum er ein av fyrireikarunum.
Yvirskeggjasøga.
Hon var sjálv spent at vita, hvat kvøldið fór at bjóða. Fólk høvdu víst stóran áhuga fyri hesum, og har var ein góður listi av luttakarum, sum ætlaðu sær at flasha síni prúðu yvirskegg tað kvøldið.
Spurd um hvør tað var, sum hevði funnið uppá hetta konseptið, svaraði hon, at tað faktiskt ikki er nakað heilt nýtt nakað. Hetta byrjaði fyri eini 10 árum síðani í Íslandi, haðan Sirkus upprunaliga er frá. Tað bleiv eitt árligt event, sum fekk fleiri og fleiri luttakrar hvørt ár.
Nú Sirkus er latið upp í Føroyum ætlaðu tey so eisini at halda fast í hesum táttinum.
Kappingin
Eitt sindur yvir klokkan 20 byrjaðu ymiskir spøjsir figurar at dukka upp. Jújú, tað var heilt víst, at yvirskeggamentanin bleiv tikin í álvara. Hetta sá út til at fara at vera eitt gott mikukvøld.
Kappingin gekk fyri seg soleiðis, at luttakarnir ein og ein komu niður í miðhæddina, har tær gjørdu eitt lítið yvirskeggja-catwalk og fingu eina fitta samrøðu við kvøldsins frásøgumanni, sum var Petur Háberg.
Teir tríggir háttvirdu dómarnir skuldu hareftir líka nærhyggja eftir skeggjavøkstrinum og hareftir hvør sær gera eina meting av luttakaranum.
Avrakað bringuskegg og Georg Eystan á
Fyrstur oman trappurnar kom eitt yvirskegg dansandi til vælkenda temalagið frá Magnum P.I. Við sólbrillum og sínari stríputari blusu var hann í den grad einum ávísum Freddy Mercury verdur. Ella í hvussu so er Georg Eystan á.
Líka verdugt komu restina av luttakarunum oman í tørn. Onki yvirskegg var líkt einum øðrum. Kanska mest eygafangandi var hann, sum helst bara vildi kallast Jo-Jo. Við sínum trjúkka svarta hári og matchandi yvirskegg, longum svørtum egnavippum, sólslikkaðari húð og uppknappaðari skjúrtu – og avrakað bringuskegg – sá hann út til at eiga minst fýra disko/bøssaklubbar í Florida saman við einum, sum kundi itið Moe. Spurdur um tjúkku gullketuna, hann hevði um hálsin, svaraði hann, at hann hevði fingið hana frá Kaj, tá teir høvdu verið á Hawaii í 1985. Ein minningaríkur túrur, varð sagt.
Vinnarnir
Aftaná allir fimm luttakaranir høvdu víst sína prakt, fóru dómarnir í einrúm at avgera, hvør skuldi vinna. 2, og 3. Vinningur var hvør sín kassi frá Føroya Bjór, meðan tann, sum skuldi fáa 1. Virðisløn, kundi fara avstað við tveimum kassum + einari harraklipping v/ skeggtrimming frá Hárfríðkanarhøllini.
Ikki kann hava verið lætt at velja teir tríggjar vinnararnar, men tað skuldi jú gerast. Aftaná stutta løtu komu dómarnir út í alrúmið aftur, og nú varð klárt.
3. virðisløn fór til Ólav S. T. Thorsteinsson
2. virðisløn fór til Sverre “Jo-Jo” Nolsøe
1. virðisløn fór til Bjarta Dahl-Christiansen. Grundgevingin dómarnir góvu var, at tað var sjáldan ein sá eitt so fyldigt og vælpleygað yvirskegg. Tað var av sonnum Tom Selleck vert.
Spurdur um, hvussu hann hevði puslað um vakra hárvøkstinum undan kappingini, svaraði Bjartur, at hann hevði drukkið nógva mjólk og eina háldfull av multivitaminum – hvønn dag.
“Jaja”, lat úr Jo-Jo sjálvum, “men eg veit at mítt hár er stúrrt og prúttt”.
Alt í alt eitt sera væleydnað kvøld. Nógvir áskoðarir komu forbid, og sum ein av luttakarunum segði: “hetta er tann skegasti mikudagurin eg havi upplivað í Føroyum, sum ikki hevur verið Ólavsøka”.
Eg gleði meg longu til næsta ár
