Tey eru fín í Belgia. Landið mitt í øllum Europa. Landið við søgu, sjokolátu, øl og pædofilum í myrkum kjallarum. ..Ella hvussu tað var.
Hesar síðstu dagarnar hevur Gunn-maðurin (eisini kendur sum Lieven) verið í landi mjólka og hunangunar, og Gunn-konan (eg) er sjálvandi vorðin uppdaterað um søgur haðani. Tað síðsta nýggja – og stóra rumstaríið í øllum miðlum, seriøs sum minni seriøs, var at ein skúlagenta var vorðin neyðtikin á einari tokstatión. Og tað var ramaskríggj. Væl Skilligt, kanska.
Og aftaná nakrar dagar, har belgiska DSB, samfelag, einstaklingar og Per og Pól høvdu fingið kritisk numsusmekk a plenty, diskaði ein sjonvarpstøð upp við sannleikanum…
Tað hevði ongantíð verið nøkur neyðtøka.
Nåå, var tað heilt víst?
Jújú, tað var tað. Tað vísti seg so, at tann neyðars gentan var ov sein í skúla, og hon var so ræðslusligin fyri hvørjar fylgjurnar fóru at vera, at hon, tadaaaaa, sjálvandi fann uppá ein góðan umskyldning. Ongin fer at skelda eina neyðtikna gentu, ha.
Tsshaha. Smart.
Søgan sigur onki um pædofilismu, men tað verður allarhelst eina aðruferð.
Og Lieven hevur klipt hárið.