Gunn'sa

wa wa waaaa, but also some positive stuff

Ooog uppaftur fleiri forboð 18 November, 2011

Filed under: Blog á føroyskum — Gunn @ 5:12 pm
Tags: , , ,

Grein á Portal.fo:

http://aktuelt.fo/grein/samgongan_vil_hava_foroyingar_at_drekka_minni

Sooo. ABDH samgongan vil hava føroyingar at drekka minni.

Jú, tí eri eg samd í. Eisini tað, at tað eru alt ov nógv blaðungir ungdómar, sum rulla sansaleys í hegninum vikuskifti eftir vikuskifti. Tí mugu vit lofta.
Men ansið nú eftir, hvussu farið verður fram. Tað er eitt sindur ørkymlandi, at Miðflokkurin beinanvegin hugsar um at leggja enn fleiri forboð útyvir tey, sum longu eru. Ung fara altíð at finna vegin fram, og um tað ikki kann vera ígjøgnum tann legala og kontrolleraða marknaðin, ja so fara tey bara uttanum. Um tað verður enn meira ómøguligt, so fara tey bara enn meira ekstremt uttanum. Rúsevni, sniffing, heimabryggj eru bara nøkur dømi. Og sum støðan longu er í dag við teimum høgu prísunum, so eru tað nokk fleiri, ið fyritrekkja eina lutfallsliga bíligari “vitamin”-pillu enn eina elefantaliga yvirprísvodka fyri at verða ávirkað.
Hetta er ikki bara galdandi í Føroyum, hetta er aktuelt allastaðni. Ov nógv forboð skapar vanliga bara fleiri trupulleikar.

Leggið heldur orku í upplýsing. Leggið orku í aðrar rúsfríar aktivitetir, sum for guðs skyld allíkavæl eru spennandi og áhugaverdir. Gevið ungdóminum meira at ganga upp í í frítíðini – eisini um kvøldarnar. Skapið eitt mentanarmiljø – eisini fyri tey, sum ikki tíma fótbólt.
Hugsið eitt lítið sindur út um kantarnar.

Um hendan forboðs-framgongan heldur á við hetta lag, fari eg absolut ikki at loyva mínum børnum at búgva í Føroyum. Tað verður skítfarligt.

Over and out

 

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Connecting to %s

 
Follow

Get every new post delivered to your Inbox.