Ein nýtslumentan í broyting

Áður prentað í Gratisavísini 26. apríl 2010

Vistfrøðiligt. Fair trade. Garanti. Góðska. Tænastuveiting. Tað er ein rúgva av hugtøkum og vendingum sum eru komin upp at mala í dagsins brúkarasamfelag. Vit vilja hava sum mest fyri minst pening, men hvat er ‘sum mest’? Kvantitet? Kvalitet? Ella eru tað heilt aðrir faktorar, sum eru galdandi? Vit eru øll vitug um støðuna í menningarlondum við fátækaradømi, trælaarbeiði og skerd mannarættindi – og ikki at gloyma náttúrudálking og stóru veðurlagsbroytingarnar, sum vit eiga ein góðan part av skylduni í. Men hvussu tilvitað eru vit í roynd og veru um okkara egnu, persónligu nýtslu.

keyp/blaka vekk-mentan

Síðan einferð í 60’unum hava vit uppbygt eina keyp/blaka vekk-mentan, sum hesi seinastu ártíggjuni er voksin upp í sveimandi hæddir. Vit skulu hava hús, bil, sjónvarp, teldu, telefon, eina afturat, kamera og ipod. Og so skulu vit hava blendara, routara, eyka sjónvarp og eitt til hundin. Hava. Og tá okkurt er galið, so keypa vit bara nýtt.

Okkara nýtslumynstur hevur í stóran mun verið eitt slag av sjálvsrealisering, har vit hava brúkt og inntikið, ferðast og altíð verið í gongd. Livitíðin á tingum generelt er vorðin styttri og styttri, og alt skal skal vera dynamiskt, updaterast og útskiftast fyri at vera tíðarhóskandi.

Tað er mentanin, vit eru voksin upp í. Málið er at fáa mest fyri minst. Í hesum heldur einoygda roknistykkinum gloyma vit blankt at írokna faktiska munin á livitíð í mun til nýtslu. At keypa 20 blusur til discount-prís, men sum bert halda til at vit kunnu ganga í eini 5 ferð, er altso nógv dýrari enn at keypa eina ordiliga kvalitetsblusu, sum vit kunnu ganga í om og om igen. Tað vita vit øll, men keypa vit so hareftir?

Við vitan kemur ábyrgd.

Keyp og blaka burt. Nýt uttan afturhald. Tann vesturlendska nýtslumentanin hevur havt eitt stórt árin á stóru veðurlagsbroytingarnar, ið so nógv ljós hevur verið varpað á í seinastuni. Men afturat náttúrutrupulleikunum kemur eisini spurningurin um t.d. hvussu vørurnar eru framleiddar. Ferð aftaná ferð hoyra vit ræðusøgur um fyritøkur í teimum fátækaru londunum, har fólk undir ómenniskjaligum arbeiðsumstøðum framleiða vørur, sum til bíligan penga verða keyptar av fyritøkum her í vesturheiminum – oftast ótilvitað. Herfyri kom fram, at meginparturin av teimum vældámdu sjokolátunum sum KitKat, Toblerone og Marabou eru tilarbeidd av barnatrælum niðri við Fìlabeinsstrondina. Hvussu nógv 5 ára gomul malaysisk børn hava vovið nýggja teppið, tú keypti mammu tíni?

Tíðirnar eru í broyting. Keyps- og sølumentanin er komin upp í eina heilt aðra dimensión hesi síðstu árini. Tað er ikki nakað nýtt, at fólk kunnu úttrykkja eina ávísa politiska ella ideologiska meining við eitt keypa ávísar vørur, t.d. við at keypa vistfrøðiligt ella vegetariskt ella at avnokta hópframleiddar skjótverður. Men tað, sum fyrr kundi tykjast politiskt reytt, er í dag vorðið ein nógv meira integreraður partur av dagliga degnum. Proportionalt við vaksandi kunningartøknina hava vit fingið størri vitan og innlit í faktisku verðinsstøðuna, vit eru í. Vit seta hægri krøv, vænta meir, skylda meir og mest av øllum hava vit øll fingið størri ábyrgd.

Vistfrøði

Um tú heldur, at grasið altíð er grønari hjá grannanum – so er tað allarhelst tí at hann er vistfrøðiligur. Uttan sproytievni og við minni tøð fæst ein reinari og ríkari náttúra. Vørur, sum eru vistfrøðiliga framleiddar innihalda tí ikki restir av giftigum sproytievni og eru hartil ikki kunstiga farvaðar. Vistfrøðiligt grønmeti inniheldur vanliga fleiri føðslu- og smakkievni og hava minni vatn pr. kilo enn tað, sum ikki er vistfrøðiligt. Vistfrøðilig djór liva vanliga undir serliga góðum –og vistfrøðiligum umstøðum og fáa rættan kost. Altjóða kanningar vísa eisini, at vistfrøðiligir arbeiðshættir kunnu hjálpa fátøkum bóndum eitt nú í Afrika, Asia og Suður Amerika at framleiða meira vørur og vinna meiri pening.

Les t.d. meira um útsagnirnar um vistfrøði á www.okologi.dk.

At liva vistfrøðiligt er meira og meira vorðið  ein fastur og sjálvsagdur lívsstílur hjá nógvum. Í dag er tað ikki longur bert hør-ílatin hippie-flipparar við Christianiasúkklum, sum keypa økologiskt. Fínur og dýrur gourmet-matur skal helst vera vistfrøðiligur, samstundis við at tað fyri størri fyritøkur og ’týdningarmikil’ fólk er øgiliga mótarætt at signalera, at man livir vistfrøðiligt.

Eisini fyri tað vanliga fólkið verður tað í stóran mun sæð sum ein sjálvfylgja, at øll skulu hava atgongd til vistfrøðiligar vørur. Flestu vanligu matvøruhandlar hava eina serliga ’vistfrøðideild’, meðan tilognað vistfrøðiligir handlar í hópatali spretta fram runt í heiminum. Sjálvt ein bíligvøruhandil sum Netto hevur í longri tíð gingið við slagorðinum: ”Fordi alle skal ha’ råd til økologi”.

Fyriuttan matvørur finst ein rúgva av øðrum vistfrøðiligum vørum so sum sápa, hárrøkt, blæður, jólatrø og klæðir – eisini dámlig og mótarøtt.

Fair Trade

Tað er ein sannroynd, at vit í vesturheiminum hava nógv betri livikor enn í teimum fátækaru heimspørtunum. Ein onnur sannroynd er, at tað er ferð aftaná ferð, at vit hoyra um ræðuligar støður í  hesum somu fátøku londunum, har fólk arbeiða sum trælir undir skerdum mannarættindum fyri lítlar –ella ongar pengar. Altjóða felagskapurin WFTO (World Fair Trade Organisation) varpar ljós á júst hesar umstøður og arbeiðir við at hava eftirlit við framleiðsluviðurskiftunum. WFTO hava 10 grundreglur, sum skulu uppfyllast, fyri at fáa góðkenning við fair-trade merkinum.

Eitt av høvuðsendamálunum er at minka um fátækaradømi ígjøgnum handil; serliga smáum, óheftum fyritøkum. Samskiftið ímillum allar partar skal til allar tíðir vera opið og týðiligt. Felagskapurin heldur sáttmálan hjá ST viðv. barna- og tvingsilsarbeiði og hevur heilt klárar reglar um antidiskriminatión, javnstøðu o.t.

Fyri at ein felagskapur skal vera limur í WFTO, skal hesin arbeiða eftir teimum somu 10 grundreglunum. Í Danmark eru tveir Fair Trade felagskapir, 13 fair trade tilognaðir handlar, meðan eini 30 sølustøð hava eina tilognaða avdeiling.

Les  t.d. meira á www.fairtrade.dk/

Endurnýtsla

Keyp og keyp og keyp. Og blaka so vekk. Og keyp so meir. Tann yvirdrivna nýtslumentanin hevur ført við sær ovurmikið spill og dálking. Eitt er, at stóra mongdin av ólívrunnum burturkasti hevur so stóra og neiliga ávirkan á umhvørvið, eitt annað er  t.d. tann ovurhondsstóra nýtslan av pappíri – hóast vitan um hóttar regnskógir.

Og tó. Í nøkrum førum er tað næstan ein sjálvfylgja fyri okkum at endurnýta; t.d. munnu tað vera fá, sum ikki avreiða tómu fløskurnar hjá sær. Harafturat tykist tað, sum at at øll varpingin á stóru veðurlagsbroytingarnar hevur panikksligið fólk, tí man er farin at endurnýta og skilja sítt egna rusk sum ongantíð áður. Og tað er ikki bara talan um einstaklingar; kommunur, almenningurin og felagskapir eru eisini virkin á hesum øki og bjóða alt fleiri grønar endurnýtsluskipanir, sum ofta eisini hava til endamáls at hjálpa fólki í fátækardómi og skerdum mannarættindi. Ein nógv umtalað verkætlan er t.d. tann, sum felagskapurin Fair Danmark arbeiður við; at endurnýta ‘avoldaðar’, men vælvirkandi teldur, sum vanliga bara verða kasseraðar, og senda hesar til skúlar í fátøkum menningarlondum.

Finna síni egnu virði

Brúksmentanin í dag er sum sagt í broyting. Frá at vera eitt sjálvsrealiserandi lívsstíls- og nýtslumynstur, er rákið førkað ímóti, at hvør einstakur heldur skal finna tey ideologiski virðini, ið hava týdning fyri  ein sjálvan, ístaðin fyri at hoppa runt allastaðni. Tann persónligi lívsstílurin skal úttrykkja og signalera hugburð og sjónarmið.

Hvat signalerar tú við tínum lívsstíli?

Støðan í Føroyum

Tað er synd at siga, men vit eru eitt sindur aftanfyri okkara grannalond, tá tað kemur til at vera tilvitaður um sína nýtslu –og at liva hareftir. Hetta er eitt sindur paradoksalt, tá vit hugsa um okkara siðbundnu føroysku mentan, har vit hava útnyttað vørur og rávørur sum mest og í allarhægsta grad livað væl vistfrøðiligt.

Enn eru nógv, sum hava tað øgiliga strævið við at ganga tey eyka fetini til endurnýtslubingjuna og seta tvøran fót niður fyri at brúka fleiri pengar á mat, sum ikki heldur sær longri, enn at man hevur vent sær á.

Men kanska tað er nakað um tað. Vistfrøðiligar vørur eru vanliga dýrari enn aðrar vørur, og tá ið innkeypið er dýrt nokk í forvegin, so.. Fólk hava í áravís tosað um, at um tey skuldu fara yvir og keypa vistfrøðiligt, so skuldu prísurin vera kappingarførur við restina.

Vilt tú gjalda eyka fyri at vera politiskt korrektur? Vilt tú gjalda eyka fyri at útliva tíni egnu ideologisku virði?

Tó er tað ikki so, at vit eru heilt við síðina av í Føroyum. Nógvir matvøruhandlar geva kundunum atkomiliga innbjóðing til vistfrøði, kommunur hava nógvar grønar felagsskipanir til borgarnar og ein rúgva av bólkum og felagskapum arbeiða fyri vælgerandi endamálum í menningarlondunum.

Lívsstíls- og nýtslumentanin hjá okkum er í broyting. Vit eru alt meiri tilvitað um, hvat vit keypa og nýta. Okkara krøv gerast størri; ikki bara til vøruna og framleiðsluna, men eisini til okkum sjálvi, og tað kann tykjast heilt kárt, at vit enn bert hava sæð skúmið á tí stóru bylgjuni.

Advertisements

Shopping online

Áður prentað í Gratisavísini 5. feb 2010

Hevur tú pengar so kanst tú fá. Og við internetsambandi so fært tú enn meira.
Í dag er tað heilt vanligt, at fyritøkur sum privatpersónar flyta sølumarknaðin hjá sær út á netið. Og hví ikki. Við sínum 1,7 mia brúkarum kring allan heimin kann sigast, at internetið er størsti marknaðurin, man kann fáa. Og útboðið, ið liggur harúti, sær ikki út til at fáa nakran enda. Til ber at keypa alt frá tónleiki til gallakjólar til mat til forngripir til teldur og syngjandi Elvis-krúss.
Av teimum mest kendu søluheimasíðunum kunnu nevnast ebay og amazon, men har finnast nógvar aðrar síður, ið kunnu nøkta einhvønn tørv.

Bíligari

Ikki bara er útboðið nógv størri, men vanliga er tað eisini nógv bíligari at keypa online. Ofta reklamera handlar heilt tilvitað við at seta prísmun á vørurnar, alt eftir um tær verða keyptar í sjálvum handlinum ella á netinum.
Men prísmunur er eisini á teimum ymisku síðunum á netinum, so tað kann eisini vera eitt hugskot at samanbera tær, áðrenn keypt verður. Á netinum finnast tó heimasíður sum eru gjørdar júst til at samanbera prísirnar. Her kann nevnast www.pricerunner.dk og www.kelkoo.dk

Trygd

Jú, taðkann vera yvirraskandi trygt at keypa á netinum. Men sjálvandi skal ein ikki vera heilt ókritiskur. So stuttligt og praktiskt tað so einaferð er, so kann man koma illa fyri, og at okkkurt fup og fidus kemur í spælið. T.d at keypta vøran aldrin kemur fram, ella at kontu- og aðrar viðkvæmar upplýsingar verða avlisnar av einum óynsktum persóni/fyritøku. Tí skal man altíð hava eitt vakið eyga.
Her eru nøkur ráð fyri, hvat ein sjálvur kann gera fyri at tryggja seg sjálvan

  1. Keyp bara frá fyritøkum, sum eru kendar og hava gott orð á sær. Um fyritøkan er heilt ókend, vel eina aðra.
  2. Hygg eftir merki fyri góðskugóðkenning. Hesi verða bara givin einari síðu, um hon líkar nøkrum føstum, standardiseraðum treytum. Eitt nú at allir persónligir upplýsingar verða hildnir loyniligir og ikki verða givnir víðari. Nøkur dømi upp á hesi merki:
  3. Um nakar ivi er, klikka á góðkenningsmerkið og vita, um tú kemur á røttu heimasíðuna.
  4. Hygg eftir, um síðan nýtir kryptering av upplýsingum. Hetta sæst í net-adressuni ovast í kagaranum(browsaranum), har tað vanliga ‘http’ er útskift við ‘https’. Til høgru vil eisini vera ein lítil mynd av einum hangilási, sum er afturlatið.

Vørur til Føroya

Tíverri eru tað fleiri fyritøkur, ið yvirhøvur ikki senda til hasar oyggjarnar uppi í Atlantshavinum. Harafturat kann kostnaðurin fyri toll og frakt til Føroya vera í tí heldur hægra endanum. Men sjálvt um hesi eyka gjøldini verða løgd á vøruna, so kann tað faktiskt loysa seg allíkavæl, av tí at prísurin fyri sjálva vøruna er so lágur.
Og síðst men ikki minst skal ikki gloymast, at vit eisini hava føroyskar søluheimasíður; eitt nú loppan.fo, sel.fo, billett.fo, og daman.fo.
Sølumarknaðurin á netinum vaksur skjótari og skjótari hvønn dag, og fleiri og fleiri eru tey, ið eru farin at nýta hendan møguleikan. Men um dagarnir, har man faktiskt fór út um dyr og stóð við vøruni í hendi, áðrenn hon varð keypt, eru við at fara heilt forbí okkum, tað skal tó ikki staðfestast her. Hinvegin tað, at hava tann møguleikan at kunna keypa á netinum, er í hvussu so er ein góð og – sum oftast – skjót og bílig loysn.

5 Spurningar

Høgni Egholm Magnussen
Dámar tær at keypa á netinum?Hví? Mær dámar væl at keypa á netinum, tí tað er so nógv, sum mann ikki kann keypa í FO.

Hvussu ofta keypir tú á netinum? Keypi ofta tónleik á t.d. iTunes, beatport.com og juno.co.uk – einaferð um vikuna-ish.

Nær keypti tú seinast vøru á netinum og hvat? Seinasta vøran var ein víðvinkullinsa frá Canon (10-22 mm)

Hvat hevur tú til dømis ognað tær gjøgnum netið? Havi t.d. keypt ein grísaprump frá noedhjaelp.dk í jólagávu til systur mína.

Følir tú teg tryggan at keypa á netinum? Ja.

Hanna Guðrun Alstrup
Dámar tær at keypa á netinum?Hví? Ja, nøkur ting dámar mær at keypa, td. bøkur, filmar osfr., tí man veit, hvat man fær. Klæðir dámar mær ikki so væl at keypa á netinum, tí man fær ikki roynt tey áðrenn.

Hvussu ofta keypir tú á netinum? Eg keypi kanska 5-10 ferðir um árið.

Nær keypti tú seinast vøru á netinum og hvat? Eg keypti pizza frá http://www.just-eat.dk fyrradagin.

Hvat hevur tú til dømis ognað tær gjøgnum netið? Eg havi keypt makeup, húðproduktir, klæðir, bøkur, tónleik, filmar og mat online.

Følir tú teg tryggan at keypa á netinum? Ja, um heimasíðurnar hava trygdina í ordan, so føli eg meg trygga.

Birgit Rouch
Dámar tær at keypa á netinum?Hví? ja, tað er einfalt, nýtist ikki at brúka tíð at ganga í handlar
Hvussu ofta keypir tú á netinum? Sjaldan – 3 ferð um árið
Nær keypti tú seinast vøru á netinum og hvat? 12. jan 2010, eitt árshald av KVINNU
Hvat hevur tú til dømis ognað tær gjøgnum netið? Fløgur
Følir tú teg tryggan at keypa á netinum? ja

Høgni Poulsen
Dámar tær at keypa á netinum?Hví? Ja, tað er nemt at keypa og man kann finna ymiskar prísir pá vøruna við at leita eitt sindur á netinum. Og man far jú ikki allar vørur her í FO.

Hvussu ofta keypir tú á netinum? Ikki so oftani. (Búgvi jú í Føroyum, lort við TAKS her, so tað blívur oftani dýrt við tolli og frakt o.a.) (So man roynir at finna onkran í DK, at taka tað heim við á jólum og summari)

Nær keypti tú seinast vøru á netinum og hvat? 1-2 mðr. síðani. Ítrottarklæðir

Hvat hevur tú til dømis ognað tær gjøgnum netið? Ítrottarklæðir, bøkur, digitalkamera osfr.

Følir tú teg tryggan at keypa á netinum? Jú tað haldi eg, at tað er trygd at keypa á netinum.

Herfinnur Árnafjall
Dámar tær at keypa á netinum?Hví? Jaaa! Útboði er so enormt, og tað er so lætt at samanbera prísirnir. Harafturat sleppur tú frá at skulla brúka fleiri tímar uppá at leita. Tað sparir óhuuugnaliga nógva tíð.

Hvussu ofta keypir tú á netinum? Sum heild keypi eg sera sjálvdan nakað annað enn mat. Men av teimum tingunum (ikki matur) eg keypi, verða allarhelst eini 20% keypt á netinum

Nær keypti tú seinast vøru á netinum og hvat? Ein MP3 spælara í novembur.

Hvat hevur tú til dømis ognað tær gjøgnum netið? Eitt externt ljóðkort (til at taka upp við), eina tónleikateldu, mp3-spælara og eina ørgrynnu av bókum og fløgum. Nokk ikki relevant, men ferðaseðlar og ymiskt uppihald og digitalt undirvísingartilfar havi eg eisini keypt. Havi eisini bestilt eitt stórt sanganlegg fyri onkran annan á netinum. Havi harvið ikki ognað mær tað sanganleggið, men eg giti at tað er relevant allíkavæl.

Følir tú teg tryggan at keypa á netinum? Eg googli altíð sølustaðið og kanni ymisk forum og ummælir, áðrenn eg føli meg nóg tryggan til at keypa nakað. eBay havi eg higartil hildið meg vekk frá. Føli meg ikki tryggan við at keypa frá privatpersónum, tá ið eg ikki kenni teirra búðstað. Men enn hevur eingin snýtt meg. tað sama kann ikki sigast um tey tingini eg fysiskt (alisfrøðiligt :-p) havi keypt.

Bloggur á WordPress.com.

Up ↑