Filmsmentan og –vinna í Føroyum

1989 kom fyrsti føroyski filmurin í spælifilmslongd. Atlantic Rhapsody hjá Katrin Ottarsdóttir, sum eisini er fyrsti føroyingurin nakrantíð við loknari útbúgving frá Danska Filmsskúlanum  Ein varði í føroyskari filmsmentan.

Men tíverri hevur tað nokk gingist heldur striltið at fáa vatn at renna í filmsánna síðan tá. Sjálvt um áhugin og orka hevur verið til staðar hjá mongum, kann føroyska filmssøgan sigast at vera rættiliga oyðin.

Men fyri nøkrum heilt fáum árum síðani byrjaðu føroyskir filmsmennarar á høgum stigi at spretta fram. Skipaðir filmsverkstaðir, føroysk filmkvøld, filmsfestivalar og –virðislønir frá øðrum londum.

Tað er víst, at ein stór broyting er farin fram.

Føroyingar á Danska Filmsskúlanum.

Meðan vit í Føroyum enn eru í byrjanarstadiinum, eru danskarar tó væl frammanfyri. Danski Filmsskúlin í Keypmannahavn hevur orð á sær fyri at vera sera vælumtóktur og prestiguríkur á altjóða støði, og til hvørja upptøkuroynd eru hundratals av vónríkum umsøkjarum á lsitanum.

Í hesum døgum fara seinastu upptøkuroyndirnar fram á Filmsskúlanum.  júst sum vant, men í ár hevur undirritaða fingið fatur á slatrinum, at ímillum tey 16, sum enn eru eftir, eru tveir og ein hálvur føroyingar ímillum. Hetta má sigast at vera áhugavert og ikki minst sera kærkomið fyri okkara næstan nýføddu filmsmentan.

Undirritaða var í hvussu so er glað. Vit hava so nógv talentrík ung í Føroyum, sum væl kunnu samanberast við talent úr øðrum londum, men sum ikki hava havt passandi miðlar og ráðgeving at kunna útvikla seg, og harafturat er tað enn kanska  eitt útbreitt sjónarmið, at ein filmsútbúgving ikki er ein ”ordilig” útbúgving. Men kanska hetta er í broyting nú?

Eg valdi at tosa við Heiðrik á Heygum um hesa vaksandi føroysku filmsmentanina, og hvat skal til fyri at koma ”innum” í filmsverðini uttanlanda. Umframt at vit kenna Heiðrik úr lista- og tónleikaheiminum, er hann eisini kendur fyri sítt filmsliga avrik, m.a. við stuttfilmunum Mítt Rúm, Aldur og Sigarett.

Filmsmentanin í Føroyum

Hvør heldur tú er orsøkin til ta nýframkomnu filmsmentanina í Føroyum?

”Fyri tað fyrst eru vit ein nýggj generatión. Vit eru uppvaksin við einum sjónvarpi í stovuni, vit hava fasta kommunikatión og samband við útheimin ígjøgnum multimedia o.s.fr. Tað er sjálvandi størsti faktorurin. Men harafturat vil eg leggja dent á Klippfisk, sum hevur verið ein fantastiskur stuðul”.

Hvussu er við at fáa stuðul úr Føroyum?

”Føroyingar eru positivir, tað er sum fólk eru farin at skilja, at vit hava gott potentiali. Men í mun til onnur lond eru vit ov fá til at kunna kategorisera film sum eina mentan fyri seg, so vit hava bara ein stóran pott, sum eitur ”mentan”.
Men hann er skjótur at leggja afturat: ”Men filmsmentanin er júst byrjað; tað er bara trý ár síðan, at Føroysku filmkvøldini í Norðurlandahúsinum vórðu arrangerað”

Hvat skal til fyri at halda filmsmentanina í vøkstri?

”Meira fíggjarligan stuðul er sjálvsagt, til eitt nú Klippfisk, so góð ráðgeving og møguleikin at lána gott útstýr er til staðar.

Men annars haldi eg væl, at fólk kunnu byrja at taka hesa yrkisleiðina meira seriøst. Eg skal viðganga at list generelt kanska kann tykjast eitt sindur ”hobby-sligt”, men filmsleiðin er øðrvísi. Fólk gloyma, hvussu stór filmsbransjan er. Filmar, sjónvarp, reklamur, filmssøga, klipping, teknikkur… hetta er ein bransja við nógvum pengum. Eg sakni eisini at fólka- og miðnámsskúlar gera meira við hetta vaksandi evni”.

Útbúgvingarmøguleikar

Sum ágrýtin filmmakari hevur Heiðrik sjálvandi eisini sett seg inn í, hvørjar møguleikar hann og hansara líkahava innan filmheimin.

”Danski Filmsskúlin er sera vælumtóktur, eisini uttanlanda, nokk tí at hann er so eksklusivur. Danskarar eru rættiliga snobbutir og ambitiøsir júst á hesum umráðnum. Lars von Trier t.d. slapp ikki inn fyrr enn 3. ferð, hann søkti.”

Hetta er eisini tann næstdýrasta útbúgvngin í ríkinum – beint eftir jægerpilot-útbúgvingina. Og tað er ikki bara ein og hvør, sum sleppur inn her, tey velja út í seks umførum.

”Av teimum mongu hundra, sum søkja inn, verða 40 tikin út til eina skrivliga roynd, síðan verða 30 tikin inn til samrøðu, harav 16 sleppa víðari til ein workshop í eina intensa viku. 10 verða so tikin út, sum skulu til víðari samrøður og roynd, fyri at finna tey endaligu 6, sum sleppa inn.”

Hetta er altso ikki bara-bara. Og tó tykjast føroyingar at vera á líka

fóti við onnur.

”Men har eru eisini filmsskúlar í Gøteborg, Stockholm, Pólandi, Onglandi o.s.fr. Og sjálvandi í Amerika, men har skal man minnast til, at man skal gjalda skúlan sjálvur.”

Tá eg spurdi Heiðrik um, hvør skúli var best, segði hann, at tað hevur týdning, at man velir tann skúlan, sum passar til ein sjálvan, tí teir eru allir sera ymiskir.

”Danski Filmsskúlin er kendur fyri at vera rættiliga tekniskur og ”skúlasligur”, meðan teir í Svøríki t.d. tykjast meira listaligir. Tað hevur týdning at gera eitt sindur av research – eisini persónliga – áðrenn man velir skúla.”

Í altjóða høpi er Danski Filmsskúlin vælkendur og virdur, men tey seinastu árini hevur hann fingið tann kritik, at hann kanska er ov tekniskur og ókunstnariskur. Sum eitt mótsvar til hetta, er nýggi og alternativi filmsskúlin Super16 stovnaður. Kendir produsarar og instruktørar eru í ein stóran mun farnir at viðmæla hendan skúlan ístaðin fyri tann traditionella.

Til endans spurdi eg Heiðrik, hvørji síðstu ráð hann vil geva øðrum, sum vilja royna filmsleiðina.

”Tað hevur týdning, at foreldur stuðla sínum børnum, um tey síggja, at tey hava talent. Vinnan ER vaksandi. Eisini í Føroyum.

Og ger research. Hvat vilt og dugir tú, hvat bjóða skúlarnir o.s.fr. T.d. riggi eg sjálvur ikki á einum skúlabonki. Eg havi funnið útav, at eg helst vil arbeiða sjálvur og við so nógvum miðlum sum møguligt, og eg eri klárur yvir, at tað so eru onnur krøv til mín, enn tey, sum rigga betri til eitt nú skúlagongd”.

Við einum nikkandi smíli tømdi hann síðsta te-dropan úr koppinum. Hann tyktist at trúgva á eina føroyska filmsmentan. Og tað geri eg nokk eisini.

Góða eydnu til okkara føroysku umsøkjarar og eitt stórt tillukku til ta føroysku filmsmentanina.

 

Bloggur á WordPress.com.

Up ↑