Gunn'sa
Gunn Weihe Reinert

Dómadagur í Dómkirkjuni: Konsert vid Hamferd

ImageDómadagur í Dómkirkjuni: Konsert við Hamferð

”Eg eri heilt ovfarin, hvussu top-professionel øll hava verið kring alla framførsluna. Teknikarar, fólk
úr kirkjuni, hjálparfólk… Tað er ikki so vanligt at uppliva í Føroyum.”

Tá ein dómadags málmskonsert verður lýst at vera í Havnar dómskirkju, má ein nokk líka steðga á og hyggja
eina eyka ferð. Kann man tað?

Ja, hví ikki. Eg tosi sjálvandi um Hamferð, sum hesi seinastu árini hevur prógvað seg at vera ein bólkur á
høgum støði, bæði her á landi, men hevur so sanniliga eisini fingið viðurkenning frá altjóða tónleikavinnuni.
Í 2012 vann bólkurin eisni Metal Battle á Wacken Open Air, sum er ein tónleikafestivalur í Týsklandi við
umleið 80.000 vitjandi gestum.

Sjálv hevði eg nokk staðið fremst í kø, men tá tað er kanska í so langt at ferðast frá Christianshavn til
Bryggjubakka, hevði eg ikki møguleika at fara at lurta hesuferð. Sunnukvøldið eftir konsertina fekk eg mær
tó eitt Skype-prát við ein troyttan, men vælnøgdan Theodor Kapnas, guittarleikari í bólkinum.

”Eg eri akkurát uppi”, sigur hann við einum stórum smíli. ”Síðstu vikurnar hava kanska verið eitt
sindur pressaðar hjá okkum.”

Bólkurin kom aftur úr Hollandi fyri júst einari viku síðani, har teir sum umboð fyri Føroyar spældu á
Eurosonic.

”Síðan mánamorgun hava vit so arbeitt við konsertini og tí sum viðfylgir. Tað hevur verið strævið,
men fantastiskt samstundis”.

Harra Gud Títt Dýra Navn Og Æra

So hvussu gekk konsertin?

”Hon gekk heilt ótrúliga gott. Tað var sjálvandi okkurt, sum svipsaði innímillum, men vit eru allir
sera vælnøgdir.”

’Svipsarar’, kann eg ikki halda mær; so sum hvat?

”Neei…”, smílist hann aftur, ”t.d. tað, at klokkarnir jú seta klokkuspæl í gongd mitt í øllum. Tú veist,
sum tað skal vera. ’Harra Gud títt dýra navn og æra’ var at hoyra kl 3.. Men onki, sum bilti ov nógv.
Vit eru nøgdir, og fólk hava eisini latið øgiliga væl at.”

Ja, tað havi eg eisini hoyrt sjálv. Men hvussu kemur eitt tílíkt tiltak í lag?

”Tað byrjaði, tá vit spældu á Voxbotn. Eg tosaði við Bárður Næs um, hvussu feitt tað ikki hevði
verið, um kirkjuklokkurnar høvdu spælt við okkum til Harra Gud… Hann ringdi til pápa sín, Uni Næs,
sum jú er prestur, og tað var onki problem. Til síðst vísti tað seg tó, at tað varð ov seint, og tað bleiv
av ongum, men eg hugsaði sum so; um tey eru við uppá hatta, so kundi tað eisini verið, at tey vóru

við uppá eina heila konsert. Vit sendi teimum so eina umsókn, og vit fingu játtaði svar.”

Men hvussu við átrúnarligum traditiónum og siðum, sum sermerkir føroyska samfelagið, hava tit upplivað
nakrar hindringar av tí?

”Sjálvandi eru nøkur, sum halda meira fast í tí, tey trúgva, og seta fastari rammur um, hvussu alt
skal vera, men tað hava vit als ikki merkt nakað til í okkara samstarvi við kirkjuna. Eg haldi at kirkjan
dugir væl at integrera seg í samfelagið og góðtekur tann dynamikkin í viðfylgir. Eg meini; har var
ongin, sum kom við peikifingrinum og segði so og so og so. Tað var eitt virðiligt samstarv frá báðum
pørtum, og tað er tað, sum hevur týdning.”

Ljóðgóðska

Nú hava kirkjur vanliga ein sermerktan rúmklang; eg hugsi at tað kann vera vandi fyri, at ljóðið fellur
saman í ein greyt. Hvussu var ljóðgóðskan hjá tykkum?

”Jú, kanska serliga steinkirkjur hava ein stóran rúmklang, men Havnar kirkja hevur eitt gott ljóð.
Serliga um nógv fólk eru, so ferðast ljóðið heilt stutt, og tað er næstan sum at vera í eitt nú
Sjónleikarhúsinum. Harafturat nýttu vit digitalar prosessarar sum fóru direkta í pultin, høvdu lágt
ljóð á sjálvum pallinum og gjørdu okkara til, at góðskan var góð”

Tað krevur kanska eisini ein góðan ljóðmann?

”Absolutt. Vit hava ein fastan, Fríði av Vollanum, sum er ótrúliga dugnaligur. Hann er 7. limurin í
Hamferð. Tað hevur eisini nakað so stóran týdning at hava ein góðan ein, annars kann alt annað
næstan gera tað sama.
Nú havi eg sjálvur líkasum ikki verið í salinum og hoyrt okkum spælt, men fólk eru altíð positiv”.
”Faktiskt” – leggur hann afturat, ”eg eri heilt ovfarin, hvussu top-professionel øll hava verið
kring alla framførsluna. Teknikarar, fólk úr kirkjuni, hjálparfólk… Tað er ikki so vanligt at uppliva í
Føroyum. Øll vóru so dugnalig, so hjálpsom, arbeiðssinnaði og ósjálvisk. Ein uppliving hjá okkum”

Støðan í Føroyum

Theodor er sjálvur ljóðmaður og arbeiðir á Studio Bloch, men er eisini runt í býnum til ymisk tiltøk.

”Um eg sjálvur hevði skulað valt, hevði eg bara sitið í studionum og framleitt metal-plátur! Men tað
er kanska eitt sindur órealistiskt; tað ber slett ikki til í Føroyum. Og tó; tað er hent so ræðuliga nógv
her heima hesi síðstu árini. Um vit bara hugsa 10 ár aftur, sæst ein kolossalur munur. Fólk eru nógv
meira kvalitetstilvitað í dag, tá tað kemur til ljóðgóðsku.
Men samstundis eru nógv betri møguleikar í dag fyri øll, so tónleikarar kunnu til dømis taka eina
demo upp í sínum egna kjallara við egnari útgerð. Tað var jú ikki eins væl møguligt fyrr”.

Fólk seta sær kanska eisini hægri mál í dag?

”Ja, heilt sikkurt. Kanska vit eru eitt sindur betri fyri í dag tónleikaliga, men bara fyri nøkrum fáum
árum síðan var ein tann størsti vinningurin, ein kundi fáa til tónleikakappingar, at sleppa til okkara
nærmastu grannalond at spæla á einum ella øðrum festivali. Í dag er tað næstan bara nakað, ein

ger. ”

Nú spæla tit sjálvir ’doom metal’, hvussu er støðan í Føroyum, tá tað kemur til ta tyngru málmskategoriina?

”Hon er heilt góð; her eru nógvir øgiliga góðir bólkar. Tá vit spældu til Metal Battle í Føroyum vóru
teir útlendsku dómarnir heilt bergtiknir yvir, hvussu góðir allir bólkarnir vóru; at okkara lítla land
kundi præstera hatta.
Ein trupulleiki er tó, at vit, sum spæla hendan tónleikastílin, øll eru frá somu generatión, og vit eru
øll vinfólk, sum spæla saman í ymiskum kombinatiónum, so nú eru vit á einum punkti, har nógv fara
til útlondini at lesa o.s.fr. Tað skapar ein vissan óstabilitet. Hinvegin, har uppstanda yvirraskandi
nógvir nýggir bólkar allatíðina, so har er absolut ein positiv útvikling.”

Framtíðarætlanir

Nú hava tit verið eitt sindur úti um tykkum, eitt nú hava tit spælt í útlondunum; er hetta nakað, tit sjálvir
skipa fyri?

”Bæði og. Tutl hevur hjálp okkum heilt ótrúliga nógv, og tað er mest harígjøgnum, at vit hava spælt
konsertir. Men eftir Metal Battle Føroyar komu vit eisini í samband við týska Dragon Productions,
sum fyriskipa og promovera metal tónleik. Vit skulu so gjalda eitt sindur fyri ómakin, men aftur her
hevur Tutl hjálpt okkum. Fyri at siga tað sum tað er, vit skulu hava eina heilt einastandi góða deal,
um vit nakrantíð fara at droppa Tutl.”

Og hvussu er; koma vit at síggja nakað til eina nýggja Hamferð útgávu í næstum?

”Tað koma tit. Vit hava gjørt nýtt materiali og fara at taka upp nýggja fløgu í nærmastu framtíð.
Harafturat hava vit alla framførsluna frá Havnar Kirkju bæði á video- og ljóðupptøku, so vit
hava eisini møguleika at útgeva live-fløgu ella DVD í tí sambandi. Men tað verður tó ikki soleiðis
beinanvegin.”

Aah. So ein neyðars útiseti sum eg fær allíkavæl kanska møguleikan at enduruppliva konsertina. Við tí takki
eg fyri okkara lítla prát og lati mannin sleppa at njóta restina av sínum frídegi í friði.

Advertisements

No Responses to “Dómadagur í Dómkirkjuni: Konsert vid Hamferd”

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: