Gunn'sa
Gunn Weihe Reinert

Pet Hate Vol. 5

Tá fólk fokusera ov nógv uppá aldur.

Seriøst, tá eg fylti 30, var yvirvágin av heilsanunum djúptføldar kondoleringar. ..meðan eg samstundis hekk út gjøgnum bilvindeygað, sum ein jubelglaður hundur, á veg til Roskilde. Hvat, skuldi eg knappliga bara soleiðis broytast uppá eina nátt ella hvat?

Í býnum eru fólk altíð so eeeeviga áhugað í aldri.

“30”, svari eg.

“Ísssss, meinar tú tað?” – fylgt av einum úttrykki, sum sigur eina blanding av ‘døn døn døøøøøn’ og sad smiley.

Síðst var tað ein smartur fýrur, sum svaraði “Tú sært SLETT ikki út til at vera 30”. …tað kann man altíð hoyra, allíkavæl. “Nååh, takk”, svaraði eg.

“Júú.. ja, tú ert nokk ikki heilt ung allíkavæl, tú sært bestemt ikki út til at vera 25”.

(Eg: blink blink.)

“Nei altso, tú sært út til at vera… 29”.

(Eg: blink blink)

“Nei altso…. Líkasum… Tá tú verður 50 “ik'” , so fert tú at síggja út sum tú vart… 47″

(Eg: eitt sindur av himling við eygunum, og so blink blink. Hann minti meg eitt sindur um ommu.)

Hann føldi nokk at spælið var tapt og hvarv, men.. jeeezes. Aldur er nakað, man generaliserað kann ganga eftir, men um tað veruliga skal vera ein absolut avgerandi faktor, so – hevði eg nokk verið kriminelt off side – men… doyð tað hevði verið rotið at verið til.

Advertisements

No Responses to “Pet Hate Vol. 5”

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: