Gunn'sa
Gunn Weihe Reinert

Frostfelt: Konsertuppliving á bygd í Danmark

Umleið 1 ára grein eg fann. Áður prentað í Gratisavísini

Frostfelt við Líggjas Olsen og Sakaris Emil Joensen á odda á konsertrundferð í eystur-Danmark í januar, fekkFrostfelt3

eg við. Sakin. Nordisk 2013 æt tiltakið, og saman við trimum øðrum bólkum skuldu teir spæla á 8 ymiskum

mentanarhúsum. Sindur yvirraskandi var Keypmannhavn ikki inkluderað. Helt eg. Ishøj, Ballerup, Rødovre…

Sum at velja millum Klaksvík1, Klaksvík2, Klaksvík 3… Men Baltoppen í Ballerup bleiv valið.

So eg tók mín myndamann, Heiðrik, undir arm, og avstað vit traskaðu.

Nordisk: Desentralisera tónleikalívið

Nordisk er ein nýstovnað festival-turné við tí endamáli at desentralisera tónleikalívið. Fyriskiparin sigur, at

ung, sum ikki búgva í metropolunum, fáa vanliga eitt dominerandi árin av nationalari og angloamerikanskari

tónleikamentan. Tí hevur tað týdning, at eisini tey sleppa at uppliva tann minni kommersiella norðurlendska

tónleikin, sum jú eisini er ein partur av teirra samleika. Teir fýra bólkarnir eru valdir út at umboða

tónleikarliga vakstrarlagið í Danmark, Íslandi, Noregi og Føroyum.

Út á Bøhland

”Nááh, tað skilji eg væl. Feitt konsept. Men… kundu tey ikki líkasum..eisini spælt í býnum?”, lat úr mínum

fylgissveini, tá vit standa á Nørreport og ivast um tað er tokið til Farum ella tokið hinvegin til Frederikssund,

vit skuldu taka. Hvar er Ballerup?

Tað var tó ikki so pínufull ferð, sum vit gingu út frá. Kanska var tað tí, at Ballerup faktiskt ikki liggur serliga

langt vekk. Og tíðin kundi eisini nýtast til at innhenta alt tað forsømda. Sum at slatra ella grenja um danska

mentan, serliga tónleik, er altíð eitt hitt. Tað var líkasum okkurt, sum grundleggjandi bara manglaði. At tað

var líkasum ein tjekklisti, sum bara skuldi yvirhaldast, so man var tað rætta slag av kul. Svartan hatt, tjekk.

Yvirskegg, tjekk. Løgið instrument, tjekk. Tann homoseksuella fýrin, tjekk. Stríputa blus, tjekk… Mm, og ja,

handan faktiska tónleikin kann man altíð finna útav hen ad vejen.

”Hipstarir”. Eyguni mundu staðið føst á veg runt.

Tá býargoggurnar Grenjus og Almiklus endiliga komu út á bøhlandið, stóðu vit aftur so fitt. Longu vilst?

Myrkt, kalt og 23 ymiskir vegir, sum allir sóu út til at føra til oyðin parkeringspláss og betongbygningar. Tað

hjálpti mær opinbart lort at hava innstuderað Google Maps, áðrenn vit fóru. Christ. Tá eg at enda fekk slept

mínum særda stoltleika, tók eg endiliga smart’fonina upp. Heiðrik sá akkurát út sum fe’irnar úr Tornurósu,

tá Merryweather fær nokk og kemur við gandastavunum, sum tær hava goymt vekk í 16 ár.

Tað skuldi bara tveir eyka danskarar til fyri at leiða okkum á rætta kós.

Ballerupska Margarinfabrikkin?

Kanska vit føldu okkum eitt sindur misplaseraði. Sum absoluttir aldursrepræsentantar gingu vit kanska

í so demonstrativt við okkara blokki, kamera, víngløsum og rættum ryggi ímillum hettutroyggir, tribal

tatoveringum, plastikfløskum við skrúviproppi og einum havi av mobiltelefonsfjasarí. Men faktiskt – tað

bilti onki. Hølið var serstakliga hugnaligt og atmosfæriskt við borðum og livandi ljósum; og um vit vóru

umringaði av Ballerupskum babyrockarum, ja so vóru tað í hvussu so er serstakliga fittir og fólkaligir

babyrockarir.

So visti ein, ein var føroyingur

Orsøkin til, at vit so óføroyskt vóru komin til tíðina, var at okkara Frostfelt skuldu fyrst á pall. Og fyri einum

væl fyltum húsi presenteraði fyriskiparin 5 spentar harrar, sum bíðaðu handan teppi. ”Og jú, teir eru allir

klæddir í ’skovmandsskjorte’, tí tað” – legði hann afturat við ein skeivum smíli, ”er tað, man gongur í, tá

man kemur frá lítla landinum har norðuri.

Jeeeez, hugsaði eg. Longu diskriminering og stereotypisering.

Fyrstu tvey løgini var Líggjas eina á palli – í svartari t-shirt – leikandi á einum hvítum flygili. Sera inniligt og

vakurt og hevði fult ræði á áskoðarunum.

Tsss, ”skovmandsskjorter”.

Hipstarir minus 180 stig

Men so kom restina av bólkinum inn. Lítillætnir og niðri á jørðini. Í – lumberjack dress code. Ternutar

skjúrtir um tað heila. Náááh. Mátti smílast eitt sindur uppgevandi. Skeitti yvir á Heiðrik, sum eitt sindur

snerput mutlaði okkurt um “Skálkur.. Kallkyn.. Hjá Kissa…”

Men tað var onki at ivast í, at her var tað tónleikurin, sum var í hásæti. Aftaná at hava grenjað um danskan

hipstaratónleik, mátti hetta sigast at vera tað absolutt øvugta. 180 stig. Eg mátti smílast fyri mær sjálvum.

Var tað ikki hetta, vit vildu hava?

Kanska teir kundu bakka nakrar fáar gradir, allíkavæl.

Kvalitetstjek

Tað er ongin loyna, at tað var eitt dugnaligt harkalið, teir báðir høvdu við sær á pallin. Meðan Líggjas

tók sær av sangi, klaver, og synth og Sakaris ansaði laptop og synth, vóru hinir tríggir Andreas Dalsgaard

(Trummur, Synth), Hanus Mikal Andreasen (Synth) og Fróði Hansen (Percussion og drumpad).

Sum kenningur og føroyingur skuldi eg nokk takksom per automatik dámt alt, teir gjørdu. Tað gjørdi eg…

Men tá lagið A Place To Stand On ljóðaði, kendi eg, at eg faktiskt var vunnin yvir. Soleiðis ordiligt. Og so havi

eg eitt trix av einum kvalitetstjekki. Tað er tá eg uppdagi, at eg burturi í mínari egnu verð standi og gáni at

pallinum við einum feitum, fjollutum smíli. Tað var kvalitetstjekk til Wake You Up.

Sjálvt um tað ikki var tann størsti interaktiviteturin frá pallinum, kom Líggjas við smáum anekdotum og

finurligheitum innímillum. Og tað var næstan komiskt, hvussu hann eftir hvønn inniliga og djúpa sang aldrin

lat síðstu akkordina ljóma meir enn eitt fjórðapartssekund. Bang. ”Det var den!” Onki við at dvølja í einum

kliché-klangi. Gleðiliga tirrandi.

Teir høvdu eina góða heild við tilpas dynamikki í val av sangum og uppbygging. Bólkurin spældi væl við, og

eg legði merki til, hvussu væl teir loyvdu hvørjum øðrum at koma framat. Um Frostfelt halda á at spæla

saman, skulu teir nokk royna at finna eitt (visuelt) útrykk, sum teir kunnu hvíla í; so kunnu teir røkka enn

longri út um pallin.

Góvu gott inntrykk

Hóast nøkur einstøk teknisk brek, sá tað ikki út til at forstýra áhugan frá áskoðarum. Við grannaborðið sat

ein eldri harri, sum ikki sá út til at kunna fáa armarnar niður aftur. Seinni møtti eg honum uttanfyri; tað vísti

seg, at hann var tónleikalærari, og at hann var har saman við øllum sínum ”ungum”. Hann aftraði seg ikki

og bjóðaði teimum atgongd til studio og góðar kontaktir til Vega (spælistað í Keypmannahavn). Og hann

var ikki tann einasti; á vesinum yvirhoyrdi eg nakrar ungar gentir tosa – og har eg kanska væntaði typiskt

tannáringaroks, var tað ein innihaldsrík diskussión, um, hvussu yvirraskandi gott Frostfelt spældu.

Eitt sindur at smílast yvir, áðrenn farið var inn aftur til hinar konsertirnar

Highasakite (NO)

Norski bólkurin verður spáddur at vera stórt up-coming navn, og tað skilji eg eitt sindur. Tey hava ein

sterkan identitet, og (serliga) sangarindan er fult til staðar á pallinum. Fyrsti sangurin var eitt wauw-
upplivilsi. Men tíverri komu alt ov nógvar endurtøkur og ov lítið av variatión. Eftir næsta sang kendi eg,

at eg dugdi alt uttanat. Bólkurin burdi eisini hugsað um at bakka fyri hvørjum øðrum; tað tyktist eitt

sindur sum ’Hygg-hvat-eg-dugi. Eg spæli løgið instrument’. Sum er synd. Til tann næstsíðsta sangin slapp

sangarindan tí tryggu, djúpu tónarleguni og lat vøkru røddina fevna um ein nógv breiðari skala. Tá kom

wauw-kenslan aftur. Tí potentialið er har absolut.

Human Woman (ÍSL)

Hesir báðir íslendsku fýrarnir kláraðu heilt víst at imponera hesa gentuna. Frá fyrsta tónanum kundi eg

ikki halda mær, men mátti lata høvdinum nikka týðiliga við rytmuni. Við trummum, synth, guitar og bass

útleveraðu teir eina blanding av klub-pumpandi elektroniskum poppi. Kanska ikki super væl egnað til livandi

ljós og hygge, men eg fekk ball-relatiónir a plenty. Pá tann feita mátan. Seinni endaðu vit sgu’ eisini ein túr

uppi á gólvinum

Bottled in England (DK)

Síðst á pallin komu danskarnir, sum eisini eru ein up-coming og vældámdur bólkur. Í Danmark í hvussu

so er. Og har má eg persónliga melda meg úr kórinum. Sjálvt um tað ikki slepst undan, at teir hava ein

serstakliga dugnaligan og tight mann handan trummirnar, og orkan til staðar á pallinum kann ein nokk

heldur ikki klaga um. Kanska tað var skuffisið, tá eg nú hevði væntað okkurt. Men fyri meg var tað ov nógv

uppstákan um onki. Ov nógv sjálvgleði – pá tann ófeita mátan. Tómar tunnur larma… Eg hugsi Nick & Jay

goes Scooter. Á speed.

Ljóðið tað kvøldið var generelt í fínasta slag, hóast ymiskar problematikkir sum uppstóðust viðhvørt. Kanska

í so stórur biti hjá ljóðmanninum

Sindur lunkaður endi, men tá samanumkom var tað eitt feitt kvøld við góðum tónleiki, góðum fólki og

góðum huglagi.

Eftirorð 27.11.2013: Eg mááá viðmerkja, at eg síðan havi sæð Bottled in England nakrar ferðir síðan. Og tað vóru heilt aðrar upplivingar, eg hevði í mun til omanfyristandandi. Um teir hava førkað seg, ella kanska bara høvdu eina minni væleydnaða framførslu, veit eg ikki at siga, men eg kundi gott hoyrt meira av teimum.

Advertisements

No Responses to “Frostfelt: Konsertuppliving á bygd í Danmark”

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: