Gunn'sa
Gunn Weihe Reinert

Samrøða: Frostfelt

Eftir eina deiliga mettandi uppliving í Baltoppinum togaði eg so høvuðsmenninar í Frostfelt, Líggjas og

Sakaris, yvir í ein krók at takka fyri góða konsert og fyri at tráðspyrja eitt sindur.

Hvussu bar tað til, at Frostfelt var við á hesari konsertrundferðini?

Líggjas: ”Fyriskiparin av tiltakinum var faktiskt á G! við tí endamáli at finna bólkar, og hann valdi so okkum.

Eins og hinir bólkarnir eru blivnir tiknir út á by:Larm og SPOT festivalinum.”

Og hvussu hildu teir sjálvir, at tað hagartil hevði gingist?

Líggjas: ”Jú, mega væl, haldi eg. Vit hava sjálvir kanska verið eitt sindur ófyrireikaðir.. Ella t.d. veit eg nú, at

næstu ferð skulu vit hava okkara egna ljóðmann við.”

Sakaris: ”Ja, nemliga”, nikkandi, ”men tað hevur verið ordiliga feitt. Kanska vit eisini burdu verið inni

í Keypmannahavn og líkasum kunnað spælt fyri fleiri fólkum. Vit spæla bara í minni býum og økjum

rundanum. Í gjár t.d. spældu vit í Odense, og har vóru slett ikki líka nógv fólk sum í kvøld. …Men eg veit ikki;

eg haldi eg trívist best í smærri støðum”

Líggjas: ”Haha, hatta fer hon at brúka sum yvirskriftt. Líkasum, ‘Sakaris Joensen: Eg trívist…’. Mann má

næstan ansa eftir, hvat man sigur”

Sakaris smíltist, men sá ikki út til at leggja stórliga í tað og helt fram: ”Ein lærir nógv av tí; kanska ikki so

nógv tónleikaliga, men hvussu man skal framføra o.s.fr. Hinir bólkarnir hava líkasum eisini eitt visuelt

úttrykk; pynta pallin uppá ein serligan máta og tílíkt. Tann eini bólkurin hevur eina hula hop-ringsgentu við

sær. ” Sakaris smílist knappliga um bæði oyru – ”Rúmini hjá okkum liggja tætt við hvørt annað, og eg kom

av misgávum til at brasa inn í teirra rúm, og har stóð hendan kvinnan í undirklæðum ella svimjidrakt ella

onkrum, og eg helt, hon er við at skifta um. Eg var ordiliga illa við, og ’orsaka’ og var við at skunda mær út.

Hon stóð bara og smíltist – hatta var opinbart hennara outfit. So eg stóð líkasum ’eeh.. cool’.”

Men soo.. Skógmannaklædnastílurin hjá teimum var kanska av óvart?

Líggjas: ”Eeh.. Ja”

”JA-tað-var!”, letur úr Fróða; restina av bólkinum vóru eisini komnir útum. ”Vit stóðu klárir at fara inn á pall,

og so var tað akkurát sum ’Ups…’ Tá var tað bara for seint at gera nakað.

Andreas: ”Ja, men hevði hettu á eisini.”

”Eg náddi akkurát at blaka mína av”, lat úr einum smá stoltum Hanus Mikal

Frostfelt4

Ikki so sløvar bananir allíkavæl

Eg minnist, hvussu smáliga yvirraskað (jaliga) eg varð, tá eg hoyrdi, at teir báðir skuldu samstarvast. Hvussu

kom í lag?

Sakaris: ”Vit høvdu spælt eitt sindur saman áðrenn – bara fyri stuttleika, og so, tá vit møttust í býnum,

kanska við lítlari kenning, søgdu vit altíð ’Kom VIT og geri okkurt saman’ – ’ja, KOM og..’”

Líggjas: ”Ja, men tað bleiv sjálvandi aldrin til nakað”

Sakaris: ”Men so einaferð á Sirkus; eg gekk runt við hasari lítlu kenningini, men Líggjas var edrúur. So tá

hann aftur skeyt upp, at vit burdu gjørt okkurt, hugsaði eg ’Shit, eg haldi hann meinar tað ordiligt…’. Og so

gjørdu vit tað. …Og eg haldi enn, at tað er fantastiskt at alt hetta er komið burturúr – vit eru báðir tveir tvær

sløvar bananir.”

Líggjas: ”Ja, eg minnist, at eg fekk bookað tíð við klaverið og øllum, og tá eg uppdagaði, at vit báðir faktiskt

vóru møttir upp, var eg líkasum ’HEY, ert tú eisini her??’ Men aftaná tað sótu vit bara í døgndrift í ein mána

hvør síni megin borðið og arbeiddu.”

Framtíðin

Frostfelt varð stovnað í 2011, og fløgan I Have a TV Set varð produserað av Sakaris. Hóast verandi

samstarvið ímillum teir báðar, verður Frostfelt lýst at vera soloprojekt hjá Líggjasi. So eg spurdi hann, um vit

kunnu vænta meir?

Líggjas: ”Ja, tað er massar av tilfari, sum sjálvandi skal fínpussast eitt sindur og so sendast til Sakaris at

arbeiða víðari við.”

Teir ætla kanska at halda á við samstarvinum?

Líggjas: ”Ja! Eg haldi tað er eitt feitt hugskot, tað at blanda melodiskan singer/songwriter tónleik og

klaverspæl við elektronisk element. Haldi ikki, at tað er so vanligt. Nú hava vit gjørt eina fløgu, sum var heilt

ok, men vit kunnu nógv meir. Har er nógv meir.”

Fyri ein persón sum meg, ið hevur lurtað nógv eftir tí fyrstu fløguni, kundi hetta ikki vera annað enn góð

tíðindi. Við tí takkaði eg fyri prátið og fór heimaftur inn í sivilisatións-Keypmannahavn saman við mínum

myndamanni – arm undir arm.

Advertisements

No Responses to “Samrøða: Frostfelt”

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: