Gunn'sa
Gunn Weihe Reinert

Pet Hate Vol 7

Windows 8

Eg skal viðganga, at eg buuurdi nokk verið meira tilvitað um hesa nýggja stýrisskipanina áðrenn… Men jaja. Eg varð noydd at keypa nýggja teldu í huj og hast, og fann eina feita til øgiliga sámuligan prís. Yey.

So at kanna, hvat nýtt og fancy Microftararnir høvdu funnið uppá hesuferð. …ein versiónsuppdatering plagar at merkja “betri”… right?

Ok, við søguligum atliti kanska ikki.. Vista æt eitt.

Upprætta brúkara, føroyskt tastatur, eina Microsoft konto …ókeeeey meðni, enter.

code-29 murphy

Hvat skeeeer?? Sum eitt spælipláss fyri handikappað menniskju. Tað er ikki eingongd pent. Barnagarðsfarvaðir kassar um tað heila. Ein rúgva av ógjøgnumførdum og enntá endamálsleysum applikatiónum.  Fyri at gera tað “lættari at handfara eina teldu”, sigst.  Fyri at summa tað niður: eg gangi í løtuni við einari smart-telefon í elefantstødd. EG BAÐ UM EINA TELDU!

Tíbetur kann eg velja at fara úr applikatiónshelviti til “desktop-mode”, akkrasum ordiligt. Men tað er stadigvekk bara eitt “síðuting” í fundamentalu barnagarðsverðini av ælabogaklossum.

Her kemur tað skega. Serligar funktiónir gera tað møguligt at hoppa ímillum applikatiónir. Skegari enn; eg veit ikki hvørjar – tað hendir bara. Hopp, so eri í Microsoft Store. Og so skegast: MANN KANN IKKI SLØKKJA EINA APPLIKATIÓN.

code-24 DEPP

Nei seriøst. Hatta lítla ‘x’ið, sum ALLAR stýriskipanir plaga at útstýra forrit við, so ein hvønn idiotur kann finna útav at sløkkja aftur, tað, ehm, er tikið vekk. Ok.. “ESC”!! nei…. F10! ..Alt-Shift-F9-Ctrl-S-#$@=0!! Nei…

Eg kann antin velja at fyrst fara á barnagarðs start síðina,  og so desktop mode aftur. Ella kann eg alt-tab’a meg gjøgnum øll míni opnu forrit. Fínt. Men fyri faktiskt at ENDA eina Windows 8 applikatión – og rættið meg, um eg fari skeiv – má eg inn á joblistan at enda prosessina.

Eg vildi bara hava eina teldu at pilla við, ikki ein multifarvaðan grulvigarð!

Náh. Eg vil so minka sum best um allar serligur og fantastisku funktiónirnar hjá Windows 8, so eg fór at googla. “Windows 8 how to…”. Longri kom eg ikki, áðrenn tey fyrstu uppskotini upp. “How do I close an app?”. “How to switch off”. Enn betri: “How do I turn my computer off??”

Ehm… at sløkkja telduna? Burdi… Men har er ongin Start-knøttur meira. Har er.. onki.

how

Um eg  “gloymi” at fortelja allar villeiðingirnar, so fann eg eina síðubar. Har var eitt sum æt “settings”. Allar niðast var eitt sum æt “Tænd/sluk”…

Var tað ikki meiningin, at hetta skuldi vera idioti-lætt?

Tíbetur havi eg klárað at sløkt fyri teimum mest irriterandi funktiónunum. Hetta hendi næstan.

code-21 kasta teldu

Nei, eg meini tað.

Og internetsambandið verður avbrotið allatíð. Ooog…

Nú havi eg bert havt telduna í nakrar dagar, kanska er tað eitt sindur, sum eg hevði tað við facebook í byrjanini, tá eg helt at myspace var nóóógv betri, so eg bíði við at siga meir fyri nú.

Fyri at kóka alt niður:

do-not-approve-justin-timberlake

Advertisements

3 Responses to “Pet Hate Vol 7”

  1. John Olley Petersen var so fittur at viðmerkja, at Alt-F4 sløkkir eina app. Ella kann man toga frá erva og niður. At eg ikki kom pá tað..

  2. preach sistah!

    eg koyri við W8 á 11´inta mánaði nú..

    sum resultat mátti eg fáa eina hægri dosis Amlodipin og Corodil frá læknanum fyri at fáa blóðtrýstið hjá mær hesumegin ozonlagið..

    eg, líkasum tú, keypti eina feita teldu fyri ein óvanliga lágan prís og eg dugdi ikki at síggja nakað galið við telduni sum so.. og nú umhugsið eg heilt seriøst at sletta lortið og installera XP aftur 😛 tað var so deiliga nemt at justera og pimpa akkurát sum man hevði hug til..

    næsta generatión hevur bara at verða forbedra, annars ringji eg til Al-Quaida..


Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: