Gunn'sa
Gunn Weihe Reinert

Ljóðar av himni einglaljóð. …ella var tað hatta battarídrivna, blinkandi plastiktræið í havanum hjá grannanum…

Haha. Fann hetta; skrivað til okkurt blað ella okkurt í 2006 (!)

Nú ein dagin fekk eg eina kenslu, sum eg langt síðan hevði gloymt at eg kundi fáa. Fullstendiga óvæntað og faktiskt rættiliga í ótíð. Tað var einaferð síðst í oktober, eg hevði verið úti í tí heldur køliga heystveðrinum og kom inn til mammu at sneyta, um hon hevði onkran døgverðapott á plátuni. Tá eg gekk niðan gjøgnum trappurnar bleiv eg strokin av einum heitum anga, sum fór allan vegin niður í lítlutá. Akkurát sum man sær í teknifilmum. Tann meir-enn-miðal tómi búkurin hjá mær helt uppat at grenja – sjálvt um hetta ikki var nakar kryddaður døgverðaluktur, hetta her. Hetta var líkasum ein heil atmosfera, sum gravaði seg inn á teir mest tildekkaðu sansirnar.. Sum tá man hoyrir ein sang, man altíð lurtaði eftir sum barn, og man í júst teirri løtuni verður transmissioneraður til ein heilt annan heim í einari heilt aðrari tíð.

Eg veit ikki akkurát hvussu langt inn í ein ”annan heim”, eg kom í, men í hvussu so er var tað øøøgiliga langt síðan. ..eftir mínari tíðsuppfatan, anyways. Tað gingu nøkur sekund, og so… what the fåååkk? JÓL??! …NÚ?!!

tumblr_mw381uQl4R1rmvs4co1_250

Og akkurát beint tá mintist eg, hvussu nógv jólini høvdu at siga fyri meg, tá eg var lítil. Eg føldi tað somu óskyldigu og naivu gleðina og spenningin yvir øll tey smáu tingini, sum gjørdu tað stóru, fullkomnu heildina. Sum tá ið babba lítlajóalaaftansmorgun (oooj, langt orð) stríddi seg inn gjøgnum okkara smølu gongd við jólatrænum, meðan ávikavíst grangreinar og babba-likamslutir stungu út gjøgnum gongsvindeygað, og hvussu eg og systir mín sjááálvar sluppu at pynta træið. ..og hvussu eg aftaná fór systematiskt runt um træðið fyri at hampa hennara síðu.. Hvussu nóóógv betri bommini smakkaðu, um tey bara vórðu tikin burturúr kramarhúsunum. Marcipan konfekt (eg dugdi so frykteliga væl at altíð fáa tað stórsta stykkið). Og hvussu tað altíð kavaði jólaaftan, tá man var lítil. …

tumblr_mdv1d26lyQ1qct3m2o1_250

Eg var eitt sindur soleiðis…”náá?”, tá eg kom inn í stovuna hjá mammu. Tey síðstu nógvu árini havi eg verið rættiliga anti jól. Ella ikki sjálvi jólini, tey eru fín nokk, men tað er nokk meira alt hetta hurlumhey’ið og stressið og tað kommersiella… og tað at tað heila byrjar, áðrenn man er liðugur at brenna jólatræið frá árinum áðrenn.

”Jólaatmosferan” kom frá mammu. Hon hevði funnið uppá at kyndla upp í tann annars óbrúkta brenniovnin í stovuni. ..eg helt faktiskt, hann bara var til pynt. Men hann riggaði. Og tað var sooo hyggeligt. Ein sovorðin ”Lille hus på prærien”-kensla yvir tí. Bara við nógv kaldari veðri og færri hestavognum. …sjálvt um eg útmerkað gott var klár yvir, at jól í okkara familju líkist meira onkrum á la ”Krummernes jul”.. Hatta við at onkur typiskt ”av óvart” er komin til at klippa leidningin til jólatræ-perurnar, so babba má á øll fýra at eksperimentera sum gaffa-útlærdur elektrikari. Og veddað verður dúliga um, nær tey potentiellu støtini koma. Verbalt og fysiskt kríggj er millum onkrar familjulimir um, hvørs túrur tað er at distribuera jólapakkarnar. Onkur situr við gron í onkrum króki, tí ”verðin er órættvís” og ”ongin skilir meg” og ”hini sleppa nógv meir enn eg”. Onkur gongur líka diskret runt um træið og lænsar hjørtu og kramarhús fyri nammnamm, meðan akutt fyrstahjáp verður givin til eina heldur brenda dunnu-sós í køkinum. Róp og ýl og skrál, meðan hátalarin letur Karl Martin og Rúnu toppa av við Gleðilig jól.

Til dømis.

Jae..

tumblr_mfjx2xmtmb1qg39ewo1_250

Men soleiðis EIGIR tað at vera. Eitt sindur sjarmerandi hurlumhey. Og tað er næstan blivin ein kravdur partur av jólatraditiónini í okkara familju. Og jólatraditiónirnar. TÆR eru nógvar og øøøgiliga vigtigar í okkara familju.

Gott nokk kemur ongin jólamaður pá besøk, men tað er altso nær við. Aftaná yvirdádigt hygghygg við gløgg n’stuff fara øøøll upp at dansa jólatræ. Meðan 3 stk border collie’ar smýkja runt millum beinini. Og tað er tað sama hvørt ár; teir somu sangirnir, tey somu syngja aðrurødd á teimum føstu støðunum, øll skulu mima úttrykk til ”á hoyggjhúslofti”, serliga hattar har ”1-2-3 tær vóru burt”-tingið, har øll skulu goyma seg…meira ella minni væleydnað, men kreativiteturin er altíð stórur. Og so er tað abbi, sum altíð líka diskret hint’ar til hansara yndlings, um hasa har, sum var so spent til jóla…

tumblr_mx913vs9Z61r6utq8o1_250

Í okkara familjutraditión fer Rís á la mande at vera tað sum nærkast slutspurtinum á degnum. Tá eigur alt hurlumheygið líkasum at vera yvirstaðið, og friður og góður tokki og alt hattar har. Men í okkara familju SKAL alt partout blásast upp aftur. Altso jú jú. Tað skal vera eitt sindur spennandi, hvør fær mandelgávuna. Sum er ein konfekterskja ella Kánus ella hvat spæl tey hava funnið uppá hesa ferð. Men í okkara familju gongur tað heilt yvir hond, altso. Fyrst er tað øøøgiliga vigtigt hattar við at ein blundar, og ein peikar og spyr hvør skal hava hendan, hvør skal hava hendan og HVØR skal hava hendan. Øll skulu byrja at eta presiiist í senn, og aftaná hvønn bít er tað øgiliga vigtigt – hetta er tað ALLAR vigtigasta – at øll leypa á hvønn annan og rópa hvør í holið á hvørjum øðrum ”Tú hevur hana! Tú hevur hana! TÚ hevur. TÚ! Abbi! Gapa! Hava!! TÚÚÚ!!”. Og tá man so er vísur í, at ok – har var ongin mandla… so taka øll tann næsta bitan. Og so OM igen!

Tey flestu halda meg sikkurt bara vera ordiliga grenjut og teenage’araslig. Men hatta skal upplivast. Fitt og kert og hvat man kann kalla tað. Tá vit tosa um eina trøllvaksna familju, har yngsti limurin verður 19 næstu ferð, so er ”smá absurd” kanska ein frægari defintión.

..eeeeg elski mína absurdu familju Og kanska traditiónir ikki eru HEILT so galnar, allíkavæl. Man minnist aftur á nakað gott. …ella tað er meiningin, í hvussu so er.

Eg veit bara tað, at handan kalda heystdagin í oktober var tað tankin um jól og hugna og tradtiónir, sum hitaði mínar stívnaðu bibbir, og eg gleddi meg longu til 1. desember, tá eg skuldi pynta øøøll húsini, keypa jólagávur og baka piparnøtir.

…Sjálvt um statistikkurin sigur, at til ta tíð hanga tey blinkandi jólini mær longu úr báðum oyrum, sum førir til jóladvalu líka til tann 23. tá lívið bara snýr seg um stress, reyð tøl á konto og jólatrøll.

Men tað er jú ein traditión.:)

tumblr_mvdqmypjS81s7g9p3o1_250

Advertisements

No Responses to “Ljóðar av himni einglaljóð. …ella var tað hatta battarídrivna, blinkandi plastiktræið í havanum hjá grannanum…”

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: