J tað merkir…

Gleðiligt jólavikuskifti, tit! Her eru nøkur jólagullkorn frá mær. Jú, eg elski jól. ❤

 

J tað merkir jólaaftan, goymið sorg og sút

Ó tað merkir óveðrið, so ongin sleppur út.

L tað merkir L.E.D. sum skínur á tín kinn

A er allar jólaveitslur, vín og øl og snaps og gin.

A tað merkir aj-pad, sum sigur søgum frá

F tað merkir friður ei vit kunnu ná, HEY!

T er jólatrøllið kæri næstin hann skal fá

A er allur matur og kaloriur vit fá

N er nissumaðurin, sum er á hvørjum stað

– sum Cola hevur stylað væl til henda høgtíðsdag. Hey!

tumblr_mfjx2xmtmb1qg39ewo1_250

Advertisements

Pakkhús-plukfiska-brunsj

Mamba kom inn ein dagin, tá eg og eina systirin vóru í Føroyum. Hann segði, at mostir segði, at hann skuldi siga, at hann bjóðaði til brunsj leygardag klokkan 12.

Íss, tað var frálíkt.

Vit hugsaðu um at fara í Skeiva pakkhús, har er vorðið so flott, og ongin av okkum hevði roynt teirra matarskrá.

Leygar”morgun” 11.40 vaknaði eg við at mamma ringdi og segði, at vit øll bara møtast har. Seinni pástóð hon, hon segði “í Umami”.

Eg VEIT, hon segði “Kiwanis”!  Men sjálvandi er Kiwanis eisini í Skeiva pakkhúsi, tað er bara útisetin eg, sum ikki veit, hvat fólk kalla tað í dagligari talu.

Tíbetur búgva vit “røttu” meðna Skeiva pakkhús, so eg møtti sjálvandi mamba uttanfyri Umami, tá eg í timburmannamjørka fór stressandi oman á kei.

“Tað er ikki langt frá, at Kiwanis er í Mullers pakkhúsi”, forkláraði hann skemtandi, “men tað hevði verið tað skeiva pakkhúsið”.

Jaja, haha.

Eg veit ikki, hvar Kiwanis liggur, men ER Mullers pakkhús ikki tað rætta Skeiva pakkús? Og hvat er Stóra pakkhús? Nýggja og Gamla? Øll pakkhús er gomul, serliga tað nýggja, og onki pakkhús er pakkhús longur.

“Vit møtast uttan fyri tað rætta skeiva gamla nýggja minni størra flutta pakkhúsið. Ja, tað í Havn”.

Gott vit valdu at eta á Umami.

Pet Hate vol. 9

Ok, hetta er kanska eitt sindur off-side, síðan eg ongantíð sjálv havi føtt (annað enn bussimenn og jólatrøll), men ja ja.

Eg góðtaki væl, at fólk reklamera fyri sínum nýføðingi á facebook. Harragud, lova teimum. Í gomlum døgum (tá hendan var ung) gjørdi man tað sama í avísum. Nú sparir man í tað minsta porto.

Alt gott um tað, og av hjartans tillukku og alt sovorði.

Eg veit væl, at tílíkt altíð partout skal hava standard formuleringar; ein hátíðarligheitsmarkering, ella hvat tað er. Men altso. Tá facebook-vinMENN enda sína sólstrálusøgu við “..Vit øll trý hava tað gott.” ….

Hvat er tað líííka presist, tú hevur gjørt?

“Vit øll trý hava tað gott; eg hevði eitt sindur ilt í rygginum í morgun, men nú er betur.”

Ella hvat??

giphy

 

Got the blues – ella søgan um glætaða frisørin 3. dagur

Túee.. Hetta byrja at líkjast sum hár aftur.

Mín næsta roynd ætlaði eg skuldi vera ein blandin av bakipulvur, sitrón og shampoo. Sá eitt youtube-tutorial-klipp við góðum ráðum. …tíbetur hugdi eg líka eftir kommentarum niðanfyri. Har var ein, sum við myrkastu banniorðum spurdi, hví í svartasta afrika tær ikki ávaraðu, at blandingin brendi hárbotnin í ein sovorðnan grad, at hon nú hevði svullir um tað heila.

…eg sá meg sjálva fyri mær í ándini.

 

Knústar C-vitaminir skuldi eisini hjálpt hjá nøkrum, men hevði ongar inni. Onkusvegna ivist eg í, at jarn-tablettir geva sama úrslit.

 

Man kann fáa shampoo, gjørt til at taka liting vekk. Men flus-shampoo, ella bara tað bíligasta lorta shampoo yvirhøvur skuldi eisini gjørt trickið. Lieven hevði okkurt liggjandi, sum hann hevur funnið í onkrari alternativari benzin-støð á bøhlandinum, tá hann hevur verið á tour.

Tað skal nokk vaskast eini 8-10 ferð, áðrenn litingin fer úr. Mítt hár bleiv brekað av tí, og giita líka, um eg havi tol.

 

Sooe. Eftirsum góða gamla ketchuppið í hvussu so er gjørdi mun, royndi eg tað aftur. Kemiskan blóð-hárkur, 20-30 min og vaska úr. Við góða shampoo.

Taðveistagud. Eg havi hár aftur. Okkurt mini blátt kann hómast her og der, men optimisman sigur, at næstu ferð verður tað.

 

Ketchupp!

 

So vita tit tað.

Tað besta er, at mín óyvirvinniliga treiskheit kom til sín rætt. Enntá uttan gaffatape og sikkerheitsnálir.

 

Nåja, eg veit ikki, hvussu nógv av tykkum vandra í Brúksini á Christianshavn, men Heinz er útselt.

Got the blues – ella søgan um glætaða frisørin 2. dagur

Eg fari sjálvandi ikki bara at geva upp. Eg kann saaaktans fiksað hettarher, sodannarhar.

Eg haldi ikki at Gomul føroysk heimaráð sigur nakað um blágrønt hár, so í dag havi eg googlað.

Akut-emergency hjálp til mítt pena, pena hár.

 

Vit byrja í lætta endanum: ting, sum eg liggi inni við.

 

Mín fyrsta roynd: Ketchup!

Opinbart bleiv hárið grønt/blátt, tí eg havi fjernað mínar reyðu hár-pigmentir somethingsomething, men at undirdýggja hárið í ketchupp og lata standa í 20-30 min skuldi hjálpt.

 

Nåja, um onkur heldur, eg burdið uploadað tilhoyrandi myndir…

EG HAVI FRIGGIN KETCHUP Í HÁRINUM, fokk off!

 

Úrslit:

Hetta kemur kanska sum eitt sjokk fyri onkran, men hárið er enn bláligt..

Men altso, eg MÁ viðganga, at ketchuppið hevur gjørt munin. Hárið er nú meira grátt við bláum í…

So basically, blátt.

 

Havi sterkt umhugsað bara at ganga við parykki komandi dagarnar, og eg havi faktiskt ein liggjandi her.

 

Nåja.

Hann er bláur.

Got the blues – ella søgan um glætaða frisørin 1. dagur

Aaah, for fuck’s sake!

Treiska eg. Síðst, eg var til frisør, var tá eg fekk studentaskúlaprógv. Sjálvt um tað alment ikki kann vera meir enn 3-4 ár síðan, kann eg tó viðmerkja, at tað nokk er líííka eru + nøkur ár.. Men ja. Eg kann ikki ordiliga ganga við til at gjalda 100-tals pengar og ikki vita, um ein nú verður nøgdur.. altso tá man saaaaktans kann gera tað sjálv. Klippa og sórit. Og onkuntíð riggar tað næstan, enntá.

Fyri einari tíð síðan fekk eg hugskotið at lita hárið ljósari, serliga um veturin, tá tað kom lógliga nógv livurposteifarva í tað. Eg skuldi sjálvandi onga hjálp hava, tsk tsk. Men tað hevur riggað fínt, eg dugi mega væl.

Í gjár fór eg í Matas. Keypti mín góða pakka, sum eg havi hildið meg til. Og so heim og í sving. Plastikkhandskar og sprøjt og so at bíða 25 min. tikk takk.

Tá eg hyggi í speglið… LILLA!!

OMGOMGOMGOMGOMG!

Tað eigir at vera sodan hvítt, hvat sker? Í desperatión finni eg pakkan fram aftur. Hatta ER mín vanliga liting. ..ella… Og so síggi eg í einum horni eitt evarska lítið merki: “silver blond”.

O-ooh!

Hvønn lit hárið nú er?

BLÁTT!

sórit blátt/grønt/grátt heksafarvað. Piiiw. Lieven hevur ongantíð flent so nógv.

Eg kundi bara gera tvey ting. Antin pakka meg inn í vatt og bummull til verðsins enda, so eg ikki kann harma meg og onnur ELLA út at drekka sorgina vekk.

Eg gjørdi seinna og hugnaði mær við at hvørja ferð onkur kom yvir at siga okkurt um hárið hjá mær, hugdi eg teimum grav-alvorligt í eyguni og segði “..hvat meinar tú við?”

Fólk verða lætt illa við.

 

…Men eg líkist stadigvekk tí óndu frá onkrum Disney filmi.

Ljóðar av himni einglaljóð. …ella var tað hatta battarídrivna, blinkandi plastiktræið í havanum hjá grannanum…

Haha. Fann hetta; skrivað til okkurt blað ella okkurt í 2006 (!)

Nú ein dagin fekk eg eina kenslu, sum eg langt síðan hevði gloymt at eg kundi fáa. Fullstendiga óvæntað og faktiskt rættiliga í ótíð. Tað var einaferð síðst í oktober, eg hevði verið úti í tí heldur køliga heystveðrinum og kom inn til mammu at sneyta, um hon hevði onkran døgverðapott á plátuni. Tá eg gekk niðan gjøgnum trappurnar bleiv eg strokin av einum heitum anga, sum fór allan vegin niður í lítlutá. Akkurát sum man sær í teknifilmum. Tann meir-enn-miðal tómi búkurin hjá mær helt uppat at grenja – sjálvt um hetta ikki var nakar kryddaður døgverðaluktur, hetta her. Hetta var líkasum ein heil atmosfera, sum gravaði seg inn á teir mest tildekkaðu sansirnar.. Sum tá man hoyrir ein sang, man altíð lurtaði eftir sum barn, og man í júst teirri løtuni verður transmissioneraður til ein heilt annan heim í einari heilt aðrari tíð.

Eg veit ikki akkurát hvussu langt inn í ein ”annan heim”, eg kom í, men í hvussu so er var tað øøøgiliga langt síðan. ..eftir mínari tíðsuppfatan, anyways. Tað gingu nøkur sekund, og so… what the fåååkk? JÓL??! …NÚ?!!

tumblr_mw381uQl4R1rmvs4co1_250

Og akkurát beint tá mintist eg, hvussu nógv jólini høvdu at siga fyri meg, tá eg var lítil. Eg føldi tað somu óskyldigu og naivu gleðina og spenningin yvir øll tey smáu tingini, sum gjørdu tað stóru, fullkomnu heildina. Sum tá ið babba lítlajóalaaftansmorgun (oooj, langt orð) stríddi seg inn gjøgnum okkara smølu gongd við jólatrænum, meðan ávikavíst grangreinar og babba-likamslutir stungu út gjøgnum gongsvindeygað, og hvussu eg og systir mín sjááálvar sluppu at pynta træið. ..og hvussu eg aftaná fór systematiskt runt um træðið fyri at hampa hennara síðu.. Hvussu nóóógv betri bommini smakkaðu, um tey bara vórðu tikin burturúr kramarhúsunum. Marcipan konfekt (eg dugdi so frykteliga væl at altíð fáa tað stórsta stykkið). Og hvussu tað altíð kavaði jólaaftan, tá man var lítil. …

tumblr_mdv1d26lyQ1qct3m2o1_250

Eg var eitt sindur soleiðis…”náá?”, tá eg kom inn í stovuna hjá mammu. Tey síðstu nógvu árini havi eg verið rættiliga anti jól. Ella ikki sjálvi jólini, tey eru fín nokk, men tað er nokk meira alt hetta hurlumhey’ið og stressið og tað kommersiella… og tað at tað heila byrjar, áðrenn man er liðugur at brenna jólatræið frá árinum áðrenn.

”Jólaatmosferan” kom frá mammu. Hon hevði funnið uppá at kyndla upp í tann annars óbrúkta brenniovnin í stovuni. ..eg helt faktiskt, hann bara var til pynt. Men hann riggaði. Og tað var sooo hyggeligt. Ein sovorðin ”Lille hus på prærien”-kensla yvir tí. Bara við nógv kaldari veðri og færri hestavognum. …sjálvt um eg útmerkað gott var klár yvir, at jól í okkara familju líkist meira onkrum á la ”Krummernes jul”.. Hatta við at onkur typiskt ”av óvart” er komin til at klippa leidningin til jólatræ-perurnar, so babba má á øll fýra at eksperimentera sum gaffa-útlærdur elektrikari. Og veddað verður dúliga um, nær tey potentiellu støtini koma. Verbalt og fysiskt kríggj er millum onkrar familjulimir um, hvørs túrur tað er at distribuera jólapakkarnar. Onkur situr við gron í onkrum króki, tí ”verðin er órættvís” og ”ongin skilir meg” og ”hini sleppa nógv meir enn eg”. Onkur gongur líka diskret runt um træið og lænsar hjørtu og kramarhús fyri nammnamm, meðan akutt fyrstahjáp verður givin til eina heldur brenda dunnu-sós í køkinum. Róp og ýl og skrál, meðan hátalarin letur Karl Martin og Rúnu toppa av við Gleðilig jól.

Til dømis.

Jae..

tumblr_mfjx2xmtmb1qg39ewo1_250

Men soleiðis EIGIR tað at vera. Eitt sindur sjarmerandi hurlumhey. Og tað er næstan blivin ein kravdur partur av jólatraditiónini í okkara familju. Og jólatraditiónirnar. TÆR eru nógvar og øøøgiliga vigtigar í okkara familju.

Gott nokk kemur ongin jólamaður pá besøk, men tað er altso nær við. Aftaná yvirdádigt hygghygg við gløgg n’stuff fara øøøll upp at dansa jólatræ. Meðan 3 stk border collie’ar smýkja runt millum beinini. Og tað er tað sama hvørt ár; teir somu sangirnir, tey somu syngja aðrurødd á teimum føstu støðunum, øll skulu mima úttrykk til ”á hoyggjhúslofti”, serliga hattar har ”1-2-3 tær vóru burt”-tingið, har øll skulu goyma seg…meira ella minni væleydnað, men kreativiteturin er altíð stórur. Og so er tað abbi, sum altíð líka diskret hint’ar til hansara yndlings, um hasa har, sum var so spent til jóla…

tumblr_mx913vs9Z61r6utq8o1_250

Í okkara familjutraditión fer Rís á la mande at vera tað sum nærkast slutspurtinum á degnum. Tá eigur alt hurlumheygið líkasum at vera yvirstaðið, og friður og góður tokki og alt hattar har. Men í okkara familju SKAL alt partout blásast upp aftur. Altso jú jú. Tað skal vera eitt sindur spennandi, hvør fær mandelgávuna. Sum er ein konfekterskja ella Kánus ella hvat spæl tey hava funnið uppá hesa ferð. Men í okkara familju gongur tað heilt yvir hond, altso. Fyrst er tað øøøgiliga vigtigt hattar við at ein blundar, og ein peikar og spyr hvør skal hava hendan, hvør skal hava hendan og HVØR skal hava hendan. Øll skulu byrja at eta presiiist í senn, og aftaná hvønn bít er tað øgiliga vigtigt – hetta er tað ALLAR vigtigasta – at øll leypa á hvønn annan og rópa hvør í holið á hvørjum øðrum ”Tú hevur hana! Tú hevur hana! TÚ hevur. TÚ! Abbi! Gapa! Hava!! TÚÚÚ!!”. Og tá man so er vísur í, at ok – har var ongin mandla… so taka øll tann næsta bitan. Og so OM igen!

Tey flestu halda meg sikkurt bara vera ordiliga grenjut og teenage’araslig. Men hatta skal upplivast. Fitt og kert og hvat man kann kalla tað. Tá vit tosa um eina trøllvaksna familju, har yngsti limurin verður 19 næstu ferð, so er ”smá absurd” kanska ein frægari defintión.

..eeeeg elski mína absurdu familju Og kanska traditiónir ikki eru HEILT so galnar, allíkavæl. Man minnist aftur á nakað gott. …ella tað er meiningin, í hvussu so er.

Eg veit bara tað, at handan kalda heystdagin í oktober var tað tankin um jól og hugna og tradtiónir, sum hitaði mínar stívnaðu bibbir, og eg gleddi meg longu til 1. desember, tá eg skuldi pynta øøøll húsini, keypa jólagávur og baka piparnøtir.

…Sjálvt um statistikkurin sigur, at til ta tíð hanga tey blinkandi jólini mær longu úr báðum oyrum, sum førir til jóladvalu líka til tann 23. tá lívið bara snýr seg um stress, reyð tøl á konto og jólatrøll.

Men tað er jú ein traditión.:)

tumblr_mvdqmypjS81s7g9p3o1_250

Pet Hate Vol 7

Windows 8

Eg skal viðganga, at eg buuurdi nokk verið meira tilvitað um hesa nýggja stýrisskipanina áðrenn… Men jaja. Eg varð noydd at keypa nýggja teldu í huj og hast, og fann eina feita til øgiliga sámuligan prís. Yey.

So at kanna, hvat nýtt og fancy Microftararnir høvdu funnið uppá hesuferð. …ein versiónsuppdatering plagar at merkja “betri”… right?

Ok, við søguligum atliti kanska ikki.. Vista æt eitt.

Upprætta brúkara, føroyskt tastatur, eina Microsoft konto …ókeeeey meðni, enter.

code-29 murphy

Hvat skeeeer?? Sum eitt spælipláss fyri handikappað menniskju. Tað er ikki eingongd pent. Barnagarðsfarvaðir kassar um tað heila. Ein rúgva av ógjøgnumførdum og enntá endamálsleysum applikatiónum.  Fyri at gera tað “lættari at handfara eina teldu”, sigst.  Fyri at summa tað niður: eg gangi í løtuni við einari smart-telefon í elefantstødd. EG BAÐ UM EINA TELDU!

Tíbetur kann eg velja at fara úr applikatiónshelviti til “desktop-mode”, akkrasum ordiligt. Men tað er stadigvekk bara eitt “síðuting” í fundamentalu barnagarðsverðini av ælabogaklossum.

Her kemur tað skega. Serligar funktiónir gera tað møguligt at hoppa ímillum applikatiónir. Skegari enn; eg veit ikki hvørjar – tað hendir bara. Hopp, so eri í Microsoft Store. Og so skegast: MANN KANN IKKI SLØKKJA EINA APPLIKATIÓN.

code-24 DEPP

Nei seriøst. Hatta lítla ‘x’ið, sum ALLAR stýriskipanir plaga at útstýra forrit við, so ein hvønn idiotur kann finna útav at sløkkja aftur, tað, ehm, er tikið vekk. Ok.. “ESC”!! nei…. F10! ..Alt-Shift-F9-Ctrl-S-#$@=0!! Nei…

Eg kann antin velja at fyrst fara á barnagarðs start síðina,  og so desktop mode aftur. Ella kann eg alt-tab’a meg gjøgnum øll míni opnu forrit. Fínt. Men fyri faktiskt at ENDA eina Windows 8 applikatión – og rættið meg, um eg fari skeiv – má eg inn á joblistan at enda prosessina.

Eg vildi bara hava eina teldu at pilla við, ikki ein multifarvaðan grulvigarð!

Náh. Eg vil so minka sum best um allar serligur og fantastisku funktiónirnar hjá Windows 8, so eg fór at googla. “Windows 8 how to…”. Longri kom eg ikki, áðrenn tey fyrstu uppskotini upp. “How do I close an app?”. “How to switch off”. Enn betri: “How do I turn my computer off??”

Ehm… at sløkkja telduna? Burdi… Men har er ongin Start-knøttur meira. Har er.. onki.

how

Um eg  “gloymi” at fortelja allar villeiðingirnar, so fann eg eina síðubar. Har var eitt sum æt “settings”. Allar niðast var eitt sum æt “Tænd/sluk”…

Var tað ikki meiningin, at hetta skuldi vera idioti-lætt?

Tíbetur havi eg klárað at sløkt fyri teimum mest irriterandi funktiónunum. Hetta hendi næstan.

code-21 kasta teldu

Nei, eg meini tað.

Og internetsambandið verður avbrotið allatíð. Ooog…

Nú havi eg bert havt telduna í nakrar dagar, kanska er tað eitt sindur, sum eg hevði tað við facebook í byrjanini, tá eg helt at myspace var nóóógv betri, so eg bíði við at siga meir fyri nú.

Fyri at kóka alt niður:

do-not-approve-justin-timberlake

Create a free website or blog at WordPress.com.

Up ↑