Gunn'sa
Gunn Weihe Reinert

Archive for the ‘Greinar (Articles)’ Category

Frostfelt: Konsertuppliving á bygd í Danmark

27 november, 2013

Umleið 1 ára grein eg fann. Áður prentað í Gratisavísini Frostfelt við Líggjas Olsen og Sakaris Emil Joensen á odda á konsertrundferð í eystur-Danmark í januar, fekk eg við. Sakin. Nordisk 2013 æt tiltakið, og saman við trimum øðrum bólkum skuldu teir spæla á 8 ymiskum mentanarhúsum. Sindur yvirraskandi var Keypmannhavn ikki inkluderað. Helt eg. […]

Samrøða: Frostfelt

27 november, 2013

Eftir eina deiliga mettandi uppliving í Baltoppinum togaði eg so høvuðsmenninar í Frostfelt, Líggjas og Sakaris, yvir í ein krók at takka fyri góða konsert og fyri at tráðspyrja eitt sindur. Hvussu bar tað til, at Frostfelt var við á hesari konsertrundferðini? Líggjas: ”Fyriskiparin av tiltakinum var faktiskt á G! við tí endamáli at finna […]

Filmsmentan og –vinna í Føroyum

11 apríl, 2011

1989 kom fyrsti føroyski filmurin í spælifilmslongd. Atlantic Rhapsody hjá Katrin Ottarsdóttir, sum eisini er fyrsti føroyingurin nakrantíð við loknari útbúgving frá Danska Filmsskúlanum  Ein varði í føroyskari filmsmentan. Men tíverri hevur tað nokk gingist heldur striltið at fáa vatn at renna í filmsánna síðan tá. Sjálvt um áhugin og orka hevur verið til staðar […]

Afrokid: Fjøldin skal dansa

31 august, 2010

Prentað í Gratisavísini 01.09.10 Ein seinseinnapart í donskum seinsummarveðri fór eg súkklandi gjøgnum Keypmannahavnargøtur ímóti Halmtorvinum. Á súkkluni hjá mær, sum man hava samlað støv í skjótt eitt ár. Við konsentreraðum eygum og við tunguni stingandi eitt sindur útum tók eg eina ljóskurv fyri og aðra eftir. So stolt. Næstan til tíðina kom eg til […]

Kostískoyti ella ei.

26 juli, 2010

Áður prentað í Gratisavísini 23. juli 2010 Sum við so mongum tingum í dag verða vit lovað gull og grønar skógir úr ymiskum produktum, sum koma úr einari fløsku ella erskju ella eru formað sum ein bolli. Yngri, klænri, sunnari og orkuríkari. Men lítil er tann helmingurin, sum heldur tað, sum er lovað. Tað er […]

Ein nýtslumentan í broyting

16 mai, 2010

Áður prentað í Gratisavísini 26. apríl 2010 Vistfrøðiligt. Fair trade. Garanti. Góðska. Tænastuveiting. Tað er ein rúgva av hugtøkum og vendingum sum eru komin upp at mala í dagsins brúkarasamfelag. Vit vilja hava sum mest fyri minst pening, men hvat er ‘sum mest’? Kvantitet? Kvalitet? Ella eru tað heilt aðrir faktorar, sum eru galdandi? Vit […]

Shopping online

7 mai, 2010

Áður prentað í Gratisavísini 5. feb 2010 Hevur tú pengar so kanst tú fá. Og við internetsambandi so fært tú enn meira. Í dag er tað heilt vanligt, at fyritøkur sum privatpersónar flyta sølumarknaðin hjá sær út á netið. Og hví ikki. Við sínum 1,7 mia brúkarum kring allan heimin kann sigast, at internetið er […]

Sjónleikur: Villa Salò – óndskapsins bordel

16 apríl, 2010

Áður prentað í Gratisavísini 25.02.10 Villa Salò – tað er her fýra miðalaldrandi, ríkir menn, the masters, hava sína manegu fyri teirra perversu sex- og harðskapsólevnaðir. Her hava teir vertindurnar á bordellinum, the madames, eitt ótal av ungum dreingjum og gentum, vaktir, kallaðir the fuckers, og tænastufólk, sum øll akta teirra mest ógvusligu og niðurgerandi […]

HEIÐRIK – frælsi at úttrykkja seg

12 apríl, 2010

Áður prentað í Gratisavísini 30.11.2009 Heiðrik á Heygum hevur síðstu dagarnar verið aktuellur við, at hansara stuttfilmur “Mítt rúm” varð vístur á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Hetta var í samband við eitt afturvendandi tiltak, Biodage, har fokus verður sett á norðurlendska filmslist. Tað næsta á skránni hjá Heiðrikki er ein nýggj stakfløga frá hansara komandi fløgu, […]