Greinar (Articles)

Afrokid: Fjøldin skal dansa

Prentað í Gratisavísini 01.09.10

Ein seinseinnapart í donskum seinsummarveðri fór eg súkklandi gjøgnum Keypmannahavnargøtur ímóti Halmtorvinum. Á súkkluni hjá mær, sum man hava samlað støv í skjótt eitt ár. Við konsentreraðum eygum og við tunguni stingandi eitt sindur útum tók eg eina ljóskurv fyri og aðra eftir. So stolt.

Næstan til tíðina kom eg til Café Mandela, har eg hevði avtalað eitt møti við mítt offur. Ella jaja. Diskarin og fyriskiparin Afrokid, fyrr kendur sum eitt nú Billy the Kid og Billy Bob, men sum eisini lýður navnið Mike Antony Johannesen úr Skopun. Tann sum líkist unga Michael Jackson.

Mike hevur verið dj á nógvum kendum klubbum og barrum í Danmark og hevur sjálvsagt eisini sett síni merki á Føroyalandi. Hansara tónar fevna um tónleikastílar sum elektro, bassline, disco, techno, dubstep og house, men sjálvur vil hann ikki seta sín stíl í ein bás. “Party music” hevur hann áður tikið til; tónleikur til dansandi fólkið.

–          “Heeey Gunn”, ljóðaði tað frá barrdiskinum, tá eg steig innar. Mike var longu klárur at taka ímóti mínum ynski.Uuh lala. Eg vildi gjarna hava ein kopp kaffi. Ein vanlingan. Svartan.

–          “Vanligan? Bara? Altso.. Eg KANN gott gera okkurt meira… soleiðis”, segði hann næstan skuffaður. Mátti smílast, men svart kaffi er nokkso Gunn-kaffi.

Vit settust útum caféina, sum var øgiliga hugnalig, faktiskt. Hevði aldrin verið har áður, men har sá út til at henda bæði eitt og annað, m.a. er Mike sjálvur dj har innímillum.

Afrokid

Hvat var tað, sum fekk teg at byrjað hesa leiðina?, spurdi eg hann.

–          “Ehm”, byrjaði hann og steðgaði so nøkur sekund og sá út sum hann evalueraði akkurát hvussu langt aftur, hann skuldi fara. “Jú, tað byrjaði nokk frá tá eg enn búði í Føroyum og gekk í Eclipse. Mær dámdi tað bara ikki so væl, og so slett ikki tónleikin. Tað var altíð tað sama, og tað var eisini tað sama sum útvarpið altíð spældi. Eg minnist, at eg oftaði hugsaði at líkasum, hetta kundi man gera betur”

Mike flutti niður og byrjaði at uppdaga nýggjan tónleik og tónleikastílar. Eitt nú var tað franski elektrobólkurin Justice, sum fekk oyruni at vifta, og fór hann á ævintýrferð á teirra myspace-síðu. Harfrá fór hann ígjøgnum allar teirra ‘top friends’ og arbeiddi seg síðan úteftir í eitt univers av inspirerandi elektrorytmum.

–          “Ta stóru opinberingina fekk eg til eina konsert við Busy P í Vega í Keypmannahavn. Tað var garvilt, fólkini vóru bara so við uppá tað, róptu gleðisróp og dansaðu av allari orku. Tá var tað, eg fyrstu ferð ordiliga hugsaði at jaa, hetta vil eg, eg vil fáa fólk at dansa soleiðis”.

Síðan tá er nógv vatn runnið í ánna. Mike hevur etablerað seg í danska býarlívinum við sínum víttfevnandi tónleikastílum og hevur spælt á nógvum kendum barrum og dansistøðum. Men hvat er tað besta upplivilsi, hann hevur havt hagartil?

–          “Odense”, kom tað beinanvegin úr honum, “Tað var fyrstu ferð eg bleiv bookaður uttanfyri Keypmannahavn. Eg skuldi spæla kl 22-24, og eg kendi ongan ímillum áskoðarnar, so eg væntaði absolut onki. Men so skjótt eg byrjaði at spæla, streymaðu fólk til. Har vóru eini 600 fólk, og øll bara flippaðu út. Fantastiskt. Aftaná komu fólk yvir, heitt útlúgvað og sveittut, og søgdu, at tað hevði verið mega feitt. Tað er tað allarbesta, tað er handan kenslan man hevur, har man bara veit, at man hevur gjørt eitt gott arbeiði”.

Afro-fyriskipari

Afturat tí at vera diskari í býarlívinum stendur Mike eisini aftanfyri fleiri elektronisk tiltøk bæði í Danmark og í Føroyum. Eitt nú tað stóra Horizon síðsta ár við 5 pallum og 16 dj’um og Hello Nasty, sum hevur verið bæði í Føroyingahúsinum og á Skarv.

–          “Tað var øgiliga skeg tað kvøldið á Skarv”, smíltist Mike, “Ein løgin blanding av fólki; tey, sum komu fyri tónleikin og so sjálvandi allir stamkundarnar, sum allatíð komu og bóðu okkum ‘spæla ein góðan’.”

Óljóð

Í summar var Mike á tour í Føroyum við sínum Óljóð-projekti, har hann skipaði fyri fleiri elektrotiltøkum í Perluni við góðum diskarum, føroyskum eins og útlendskum, VJ’ing – og ikki bara autogenereraðum winamp paususkermi – og øllum sum tilhoyrir. Men nú – við bakljósins eyga – hvussu heldur maðurin sjálvur, at tiltøkini hava gingist?

–          “Mm”, byrjaði hann við einum ivasomum smíli. “Tað kemur an uppá, hvussu man hyggur uppá tað. Sjálvt tiltakið eydnaðist so væl. Fólk hava verið so hjálpsom, Tórshavnar Kommuna og Sirkus t.d. og Perlan var eitt gott stað. Men…”. Hann slurpaði eitt sindur av sínum kremuta café latte og helt so spakuliga á. “Undirtøkan var ikki so góð. Eg haldi ikki at fólk eru ordiliga klár til tað haruppi. Haldi heldur ikki tey ordiliga skilja konseptið við einum slíkum tiltaki. Hví skulu tey gjalda fyri at koma inn har, tá teir somu diskarnir eisini spæla á ókeypis støðum eins og Sirkus.”

Mike tosaði um tey fantastisku átøkini einstakar eldsálir í Føroyum hava gjørt fyri tónleikalívið. Undirbeat og Sirkus eru tvey av dømunum, hann nevnir. Elektroniska mentanin hevur heilt sikkurt gjørt innrás haruppi, men tað skulu enn nøkur ár til afturat, áðrenn hon er meira etablerað.

–          “Onkur tosaði einaferð um, at føroyingar vóru so konservativir…”, segði hann varliga og við einum alvorligum úttrykki. Sum hann rundaði av við einum stórum smíli. Michael Jackson smílið. Jaja.

Býarlívið í Keypmannahavn

Men tað er nú heldur ikki tí, at tað bara er ein sólskinssøga at vera dj í Keypmannahavn, leggur Mike afturat.

–          “Tað vigtigasta er, at sjálvt staðið og fólkini, sum koma har, eru kul. Sjálvur tónleikurin kemur í aðru rekkju. ‘Appearance’ hevur øgiliga nógv at síga.”

Samstundis leggur Mike dent á, at tað nyttar onki bara at sita inni og bíða til ein verður ‘uppdagaður’. Alt snýr seg um netverkan. Um ein ikki hevur tær røttu kontaktirnar er tað ræðuliga ringt at sleppa innum.

Afro-framtíðin

Tað næsta stóra projektið hjá Mike verður í Norðuratlantsbryggjuni leygarkvøldið tann 18. September.

–          “Tað verður stórt”, sigur hann við einum tónalagi, sum skuldi hetta vera heimsins stórsta undirdrívilsi.

Talan er um eina endurtøku av væleydnaða tiltakinum Horizon, sum var síðsta ár um somu tíð. 5 pallar og 18 dj’s úr fleiri londum. Fleiri kend og umbiðin nøvn verða at hoyra, og Mike sjálvur fer eisini at lata sínar dansivinarligu tónar rulla yvir fjøldina saman við Brynjolfi á Heygum og Alisu Hentze. Millum tey, sum fara at vj’a er eisini Ditte M. Joensen. Í ár hevur Mike eisini planlagt nakað eyka.

–          “Jaa, eitt ávíst tíðarskeið á kvøldinum fara vit at gera eitt ordiligt rave, sum fer at vera í einum… Eg vil ikki siga tað her, men í einum heilt serligum og eksklusivum staði. Tað verður ótrúliga feitt”, lovar Mike og smílist stórt, men loyndarfult.

Í øllum førum fer Mike – Afrokid – at vera dj og diska í langa tíð afturat, tað er sikkurt. Og tí sleppi at avrunda samrøðuna hjá okkum við. Vit reisast, og eg royni at tøma kaffikrússið, sum eg sjálvandi langtsíðani havi tømt. Eg takki fyri meg, og á veg út hoyri eg ein rópa “Vit hava eisini brunch í vikuskiftinum!”. Uuuh.

http://www.myspace.com/afrokidmusic/

Advertisements