Miljøskadda Gunn

Wednesday, February 21, 2007

Tað er eitt sindur herligt. Tað er ein sovorðin brúkaranavnsskipan á teimum almennu stovnunum í Føroyum. Øll fáa eitt navn tilskilað, ið hevur 7 stavir. Tveir teir fyrstu eru fyri sjálvan stovnin, t.d. Landssjúkrahúsið hevur LS og Løgtingið LT. So koma tríggir teir fyrstu bókstavirnir í fornavninum hjá brúkaranum, og síðani tveir teir fyrstu í eftirnavninum. Fín skipan. Rættiliga sjáldan at sama navn kemur fyri tvær ferð
Við tíðini havi eg so funnið útav, at innímillum skapast nøkur rættiliga… undirhaldandi nøvn. Haha. ..til tíðir er tað so ringt, at man ikki eingongd kann hava eina tlf-samrøðu við ein persón, sum man veit brúkaranavnið hjá, og tað melur bara eitt sórit “hø hø hø..” í høvdinum. Tað keðiliga er, at tað vistnokk ikki er so smart at nevna ítøkilig dømi herbeint, m.a. tí at stórur partur av interna humorinum á mínum arbeiðsplássi gongur út pá at fnisa eftir hesum, og faktiskt, onkur hevur faktiskt følt seg so illa, at tey hava fingið serloyvi at broyta navnið. …men TÁ var tað eisini vælskilligt. HahaJ

Tað skega er.. her havi eg gingið og flent og flent… og so knappliga slær tað meg. Oooh my.. Mítt brúkaranavn er TAÐ ringasta. Ella besta. Eg eiti FG-GUNRE! Haha. Sig tað skjótt nakrar ferð. Optionelt droppa FG’ið. Skeg, ha?

Vita tit, hvat mítt lokalnr er?

06

Gunre og null-seks!

Create a free website or blog at WordPress.com.

Up ↑