Bygdaball + Gunnin

Wednesday, September 13, 2006

Bygdaball + Gunnin

Bygdaball er nakað heilt serligt. Bygdatónleikur, sveittutir, gamlir bygdamenn, flatt túnatos og aqvavit úr kropslunkaðari lummafløsku… Um man tekur øll hesi tingini, sum man vanligt hevði forkastað, og samlar tey øll á sama stað, so blomstrar ein heilt serlig atmosfera. Ein bygdaatmosfera. Og í einari moderatari nøgd, so kann man faktiskt vera heilt tilboyggiligur at finna eina ávísa sjarmu í tí heila.

Faktiskt.

Trúgv tí ella ei. Eg var í tí nógv umrødda tiltakinum Føroya stuttligasta borðhald. …sjálvt um tað kanska ikki akkurát hevði verið tað, sum lá ovast á listanum hjá mær yvir ting at gera, um eg sjálv hevði skulað planlagt… Tað luktaði eitt sindur for nógv av bindiklubbaútferð og Vandringsmænd og Skönne Helen fyri harmonikku-viderekomne. Men tað skuldi vísa seg, at eg bleiv bjóðað við afturfyri at hjálpa einum av luttakandi bólkunum á palli. Júú, tað ljóðaði skeg. Um ikki annað fór tað at vera eitt øðrvísi upplivilsi enn tann vanligi Natúr-Cleopatra-Manhattan túrurin, man plagar at gera sær.

So klokkan 20 (jaa, for seint. Eg veit, men eg royndi virkiliga..) fór eg inn í bygdaleiðir væl pakkað við í-bás-setandi fyristillingum og klár at skriva blog nr 2 um gramsandi mannfólkahendur.

Eftir sjálvt borðhaldið fóru vit ein túr at vitja fólk á oynni. Hygga, TAÐ er mín yndlingspartur av bygdaballum. Tað er heilt ótrúligt bygdafólk duga væl at gera so at man følir seg sum heima. …ella enn betri, sum hjá kongi. Tey eru øll so fitt og blíð og týð, og man fær serverað alt møguligt av øllum møguligum. …eisini stórar fløskur, sum gingu runt frá manni til mann. Haha, tað er altíð eitt upplivilsi at síggja, hvussu ektaðir bygdamenn handfara hasar fløskurnar.

Fitta-Gunn tók eitt sindur ivingarsom ímóti teirri stóru Gin fløskuni og tók sær ein skjótan sipp – eftirfylgt av top-til-tá ppbllwgh-rysting, og førdi skjótt fløskuna víðari til næsta mann. – Og har blivu Gunnsa eygu eisini verandi saman við fløskuni. Í thé-koppa stødd eygleiddu tey tað hartarbeiðandi adamseplið, meðan tað hypnotiserandi ljóðið av luftboblum gurglaði seg upp gjøgnum fløskuna í tað, sum virkaði sum forever. Maðurin tók fløskuna niður, trakk eitt sindur uppá høgru munnvík og sluttaði av við einum lítlum “oy-eg-var-tystur”-smakki, áðrenn hann lat fløskuna víðari til næsta mann. …Sum gjørdi eitt líknandi bragd…og tann næsti..og næsti…

Ótrúligt, altso.

Og so hattar lottaríið, altso. Tað er vist bara á bygd, at hæddarpunktið til eitt tiltak, kallað “Føroya stuttligasta borðhald”, er eitt gement lottarí. …Eg sat faktiskt eina góða løtu og ivaðist í, um hetta ikki bara var eitt gott skemt, teir koyrdu uppá. …men tað var tað vist ikki.. Mitt í besta tíðspunktinum á kvøldinum, beint áðrenn vinnarnir skuldu útnevnast, og fólk vóru í besta lagi, tá byrjaðu tey at seta onkran form fyri stórskíggja á pallin. Helt, at NÚ fór okkurt mega spennandi og originalt at henda, og setti meg væl til rættis. Aftaná at fólk høvdu fjumsað leingi við leidningum, teldum, uppvarping og hvat veit eg, rann tað so við og við upp fyri mær, at talan var um eitt banalt lottarí, sum skuldi fara fram. Júúújú, tað er eitt fínt íkast til tiltakið…soleiðis sjálvt hugskotið, ella soleiðis.. Gott nokk eri eg frá MTV-generatiónini, har fyribrigdið “at zappa” hevur sín uppruna, men staaadigvekk. At vassa soleiðis í øllum, altso. Øøøll skuldu sita og fylgja við á stórskíggja, hvussu tølini flimraðu, inntil, tað rætta talið kom fram. Somuleiðis skuldu øøøll bíða til tann rætti vinnarin kom uppá pallin, hareftir hesin skuldi introducerast og møguligar relatiónir til uppróparan skuldu viðmerkjast, so sum familja og skúlagongd. Og SO skuldi sjálvur vinningurin útgreinast. …og hatta var bara fyrsti vinnarin…

Til 5. vinnaran var eg virkiliga við at renna skríggjandi avstað… men legði so til merkis, hvussu alt fólkið í salinum sat sum rúnarbundið við eygunum læstum at skerminum og við nevunum fullum av hvítum pappírslappum, sum vistnokk vóru vælsignaðir lutaseðlar.

Jeps. Eg var komin út á bygd, tit.

Countrydansur er skeg. Kanska ikki aaaakkurát tað slagi av tónleiki eg til dagligt plagi at hava koyrandi heima hjá mær, men tað var í hvussu so er nakað av einum lættilsi at vera vís í, at ongin Jag känner en bott, hon heter Anna, Anna heter hon, dududuu… fór at dukka upp undir kvøldinum. Juhuu.

Hinvegin, um man fór út um dyrnar, var tað altíð minst eitt bilanlegg, sum dúliga pumpaði hasar eftirhondini vælkendu tónarnar. Ella „tónarnar”.

Men tann parturin av tiltakinum var super. Skeg at síggja øll hesi fólkini tralla runt í allari høllini til ALT slag av tápiligum tónleiki. …sum eg dugdi meginpartin av tekstinum til, takkað verið Elis og ymiskar fyrrapartsynskiløtur í útvarpinnum. Tá var ordiligt bygdaball pá tann ordilliga mátan. …men eisini tann nokkso hampuliga mátan. Til dømis hevði eg slett ikki eina trongd at sleppa mínari frustratión leysa í form av einum “la-ver-og-gramsa!”-bloggi aftaná.

Jaee.. Eg veit ikki. All in all eitt stuttligt kvøld. ..sjálvt um eg helt tað vera eitt sindur ófyrireikað í støðum… Líkasum, sovorði við at publikum ikki bleiv bara eitt líítið sindur upphitað, áðrenn tað fyrsta liðið bleiv tveitt á pall, og at í millum sketchirnar vóru tað sum oftast langar seinkingar, og í meðan var tað bara køll-svart á palli.. ..sjálvt um tað onkuntíð bleiv tikið í ein singalong-sang. Og so maturin.. Eitt fat við breyð og so eitt við onkrum páleggi bleiv tveitt á borðið, og so hey, hygg her, smyr tær sjálvum ein matpakka. Og so hatta lottaríið… Ok ok, men til 350kr?

Men fólk elska altso hatta tiltakið, sær tað út sum. Tað, at fólk byrja at samla saman til eina kø longu tveir tímar áðrenn, bara fyri at vera sikkur pá at fáa góð pláss, má eisini siga nakað. …ella hevur tað okkurt at gera við hattar fenomenið, at “lítlibeiggin” (á bygd) roynir at gera tað sama sum “stórubeiggjarnir” (frá stórbýnum) leingi hava gjørt. Tá kann tað nemliga gera tað sama, hvussu dygdargott og effektivt produktið hjá lítlabeiggjanum verður, tað er altíð líka gott og sjarmerandi, sama hvat. (jae..eg eri elst av trimum systkinum..)

Eg veit ikki.. Tað má bara vera nógv lættari at fornøja bygdafólk, haldi eg.

..Men nú eri eg eisini úr Havn

Ooog tað heila fast til keyps og tað heila
Ooog tað heila fast til keyps og tað heila
Advertisements

Create a free website or blog at WordPress.com.

Up ↑