Tann stóra barberingsbloggan

Tuesday, August 08, 2006

Barberingsbloggurin

Giti at tey allar flestu bloggandi konufólkini hava bloggað ein blogg um óynsktan hárvøkst og fjerning av tí sama. Eitt upplagt bloggevni. Tí vildi eg ikki blogga um tað. ..Men tað ER ein for dominerandi faktorur í lívinum hjá einari meira ella minni modernaðari kvinnu. Pfff, so amerikanskt! Eg meini so við; tað er so FRYKTeliga vigtigt at ganga ímóti tí amerikanska streyminum á øllum øðrum økjum. Bara ikki hesum. Helle, eg hati streymar.

Meeen ok, nútíðar feminisman strembar dúliga móti at fara aftur og halda fast við tær gomlu europæisku (hár)røturnar, har nátúrligur hárvøkstur slapp at grógva sína egnu lívsleið í frið. Av tí sama er tað ein eitt sindur dupult kensla sum huserar runt millum konufólk í dag, haldi eg. Ella líkasum. Hárfjerning hevur ein irritatiónsfaktor á hægsta stigi, men samstundis vil man ikki síggja óhampilig og ópleygað út. …og ja! Dreingir leggja merki til tað! …so ímeðan man sjálvur gongur runt og slættar og viðlíkaheldur og avprøvar nýggj produkt, er tað vigtigt at hava ein positivan holdning til kvinnur, sum ganga runt órakaðar, og man skal klappa, tá man sær eina.

..Men EG sjálv fái hyperventileringsábendingar, um eg skal blotta mínar stengur uttan at hava sligið tær slættar. Og míni eygu steðga automatiskt eitt tíggjundapartssekund í thékoppastødd, tá tey fara framvið fríttgrógvandi djunglum. Og eg eri absolut ikki tann mest ekstrema.

Soleiðis virkar tað bara.

Nú, eg var í Svøríki, gekk eg nemliga í flokki saman við einari diddu, sum faktiskt ikki rakaði sær. Hvørki bein ella undir armunum. Og vit vóru øll líkasum “good for you!!” og alt hattar har. Soleiðis, sum man eigur. Men altso. Hvørja ferð, eg fangaði meg í at stara FOR nógv, hevði hon tíbetur eina fírbeinstattoovering á øklinum, sum eg kundi skunda mær at finna onkra viðmerking til.

“Akkurát hvussu gomul var tað nú tú var, tá tú fekk hana?..”

..Pff. Haldi, hon helt meg vera eitt sindur snediga til endans..

Ikki tí, tað hevði ikki verið tað allar keðiligasta at sloppið av við. At raka bein n’stuff. Guuud, sum eg kann irriterast nógv inn á tað. Altso. Eitt er at fáa sær tað til vana, at hvørja ferð, man er í bað, at líka taka eftir beinunum. Tað er so tað. Men tað eeer besverligt. Og tað MÁ gerast ordiligt, so man ikki fær hasar har vemmiligu reyðu knubbarnar, og vissi man ikki hevur so góða tíð, kann man bara líka so gott droppa tað beinanvegin. Tað kann eg siga av egnum, forhataðum erfaringum, tað er 1-2-3. so hevur man sgu kutað ein part av beininum av. Og sjálvt um man HELT, at man var rættiliga varin, so er sárið kilometra djúpt og bløðir í forever. Og so trippar man runt har í totalum tíðarstressi við einari Lambi-rullu vundna um beinið í ektað reyðkross stíl og stingur tað í ny og næ út gjøgnum w.c.-vindeygað fyri at fáa tað at torna skjótari.

Eg havi enn arr..

Havi altíð undgingið at voksa beinini. Eg meini AV, altso. Bara tankin. Men so var tað, at eg fekk nokk av øllum tí evindaliga viðlíkahaldinum, at eg fór í Matas og keypti voks. NÚ skuldi tað vera. Eitt sindur av líðing mátti eg væl kunna tola, eg eri so røsk. Og so kundi eg gloyma barbering í eina tíð. Jubii.

Har var alt planlagt. Tað skuldi sjálvandi vera til eina serliga occasion, so tá eg skuldi fáa besøk av tí táverandi flirtinum í nakrar dagar, stongdi eg meg inni á vesinum, brynjað við voks-tape, lindringslotion og fleiri daga uppsamling av pep talk. Las vegleiðingina væl og virðiliga – har stóð ein bunka um bivirkningar, men tað ger tað altíð. Á øllum. Uttan at man nakrantíð egentliga fær teir, tað er bara ein eyka ágóði til hypokondarar. Plaseraði so eina av dem dersens wax strips á beinið, stappaði hálvt handklæði í kjaftin, 3-2-1 og sschwiszzj! HOLY….!!! Har stóð ONKI á pakkanum um, at øll húðin bleiv skrædd av við! Men nógv verri var, tá eg sá, hvussu ynkeliga fá hár, eg hevði skrikt av. Ok, eina ferð afturat. Nú visti eg, hvat eg var úti um, so restin burdi ikki verið soo ringt…. Men TAÐ var tað, skal eg bara heilsa og siga. Trúði at NÙ var mítt lív komið at enda, tá eg við ristandi hond fór í holt við ta triðju voksstrípuna. Men liðugt skuldi tað gerast. Eg skuldi jú vera ein mega babe um kvøldið. …

Babe indeed! Hevði viljað filmað úttrykkið hjá honum sjálvum, tá míni mishandlaðu bein blivu blottaði fyri dagssljósi aftur. Prikkar og útslett og sár um tað heila, pluss samtlig ódeffinerilig hjáárin. Yey.

Og sjálvandi skuldi tað heila vera í sama umganginum, har eg valdi at eksperimentera við nýggjum sjálvbrúnara, so tað sá út, sum.. …eg hevði eksperimenterað við nýggjum sjálvbrúnara Við kakaomjólkaskegg og øllum.

Ná. Og so er tað mamma, sum “tilvildarliga” er “komin til” at smuglesa mín barberingsblogg og spurdi meg, tá eg kom aftur frá wc, um eg ikki sjálv helt, at eg var eitt sindur soleiðis….makaber. ..uttan at lyfta høvdið upp frá Alt for Damerne. So áðrenn eg finni pá eina nýggja ekstrem-blóðugta søgu at ramsa upp, burdi eg kanska líka viðmerkt, at tað kanska ikki ALTÍÐ er HEILT so ringt, og at eg meginpartin av degnum sum so ikki bekymri meg sooo nógv um barberingina.. Faktiskt. Tað er nokk mest bara í sjálvum momentinum. Tað er tá at allar besverligheitir og ólukkir flasha fyri eygunum, og tað heila virkar fullstendiga óyvirskueligt.

…Ella kanska eg bara burdi, soleiðis… verið meira organiserað og sórit. Og í betri tíð og sórit

..Ok, tit, sum nikka …la’vera! Tað hevði verið frykteliga ógunnskt.

Advertisements

Create a free website or blog at WordPress.com.

Up ↑