Blog á føroyskum

Svantes lykkelige dag. – ELLA!

Tuesday, January 24, 2006

Svantes lykkelige dag. – ELLA!

Soppar kunnu viðföra annaleiðis, óregelmessiga og besyndarliga atferð. Sigst. Hetta er ein söga, sum fer at snúgva seg um júst tað. …tó kanska á ein eitt lítið sindur öðrvísi hátt..

Tað var faktiskt lærarin hjá mær, Svante, sum fortaldi eina fitta sögu, um tá hann og nakrir vinmenn hövdu leigað eini stór hús langt úti á landinum, har teir kundu liva isolerað eina tíð og arbeiða konsentrerað og intensivt við sjónleiki. Og so sjálvandi, so hyggaðu teir sær eisini innímillum. ..ótu góðan mat og tað. Og so var tað ein gourmet-fanatikari teirra ímillum, sum fór út í skógina at henta soppar at gera delikatessur við til stórt matgildi, teir skuldu hava um kvöldið. Og tað smakkaði eisini mikið væl, var sagt frá. Men so vóru teir farnir at interessera seg fyri hesum góðu soppum og fóru at spyrja akkurát hvat tað var fyri soppar hesin fýrurin hevði plukkað. Og í harra jesu navni um tað ikki skuldi fara at vísa seg, at hetta vóru extremt giftigir svampar, teir hövdu kulkað í seg. So var bara eitt at gera, onkur mátti kasta seg í ein bil og so at fresa avstað til ta nærmastu landsbygdina at keypa flöskur av uppkastnings-eleksiri. Og tað í ein fart. Eftir eina lötu kom hann so aftur við einum minni lagri av smáum, fittum flöskum, og tær blivu allar tömdar við ein munn. 12-15 min skuldu ganga, áðrenn tað fór at virka. Og tá tíðin so fór at nærkast hugsaðu teir sum so; hetta var for kixað. Nú kundu teir líka so gott bara útnytta situatiónina og fáa eitt upplivilsi út av tí. So teir fóru allir vassandi út á ein grasvöll og byrjaðu at marchera runt í rundingi og syngja av hjartans lyst. Og so tá onkur fekk ”anfall”, var tað bara ”BbbpPbBLLOoouUaaAAææhhggh!” og so ooop igen. Og soleiðis hildu teir á. Til síðst var sjálvandi onki eftir í búkinum, og tað bleiv bara til ”PBb… hhghh! Hhggh!hgh!.. … Auuv!!” Teir spýðu í hvussu so er eini 30 ferðnar í part. Totalt hard core, man!

..skal líka leggjast afturat, at dagin eftir sendu gomlu bóndatossarnar av nökrum grannum ein bunka lögin eygu eftir teimum…

Noookkso fitt söga, haldi eg… skal nokk hugsa meg um tvær ferðir næstu ferð eg fari pá soppa-plukning.:o)

Advertisements