Tónleikabrak, Sensur og BangBang


Leygarkvøldið 31. mars verður aftur okkurt á vási í Føroyahúsinum á Vesterbrogade. BangBangNight kallast tiltakið, og við nøvnum sum Gipsy Train, Swangah Dangah og Brynjolfur kann kvøldið kanska ikki lýsast betur.

Spennandi kvøld

Tað er FO Invasion, sum skipar fyri tiltakinum, og maðurin aftanfyri, Edmund Sofus Jacobsen, er ikki sørt spentur.

”Tað er heilt ótrúligt nógv hendir á føroyska tónleikapallinum, bara man vendir ryggin til eina løtu. Fyri meg er tað sum Gipsy Train eru dotnir úr bláari luft, men hetta eru ungir menn, allir við serstakum tónleikaligum dygdum, sum allir lýsa av kreativiteti. Og somuleiðis við Swangah Dangah. Má siga, at eg fyrst var eitt sindur forskrektur av teirra málbrúki; bar hetta til? Men teir eru eisini serstakliga dugnaligir – og so vita teir eisini hvat tað er at upptrakka. Brynjolfi havi eg arbeitt nógv við áður, og har veit man, hvat man fær. Hann er ein av bestu dj’unum í Keypmannahavn, og har kann næstan setast garanti uppá, at hann fær fólk upp at dansa. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg eri spentur”

Provokativ list

Sum fyriskipari hevur Edmund úr at gera í hesum døgum, beint undan tiltakið. Eitt sum fyllir nógv er sjálvandi marknaðarføring, og tí hevur hann gjørt ómak við hesaferð. Og tó – kanska ov nógv, er Edmund komin at sanna. Sum liður í marknaðarføringini hevði hann fingið dugnaliga Bárður Dal-Christiansen at gera plakat. Hann hevur við síni list brúkt ein naknan konufólkayvirkropp, har bróstini tó eru útviskaði eitt (gott) vet. Hetta hevur ført við sær, at Edmund hevur fingið onkrar átalur, og myndin er vorðin sensurerað á m.a. facebook.

Spurdur um hansara reaktión til hetta, svara Edmund:

”Ja, persónliga haldi eg tað vera ein yvirreaktión frá summum. Tó kann eg væl skilja teirra perspektiv. Eg bleiv kanska bara eitt sindur kløkkur, tí eg sjálvur helt myndina vera so ræðuliga feita.”

Listamaðurin sjálvur, Bárður, hevur ikki merkt nakran stórvegis mótgang viðvíkjandi plakatini, men hansara standpunkt er tó greitt:

” Um fólk verða provokeraði av einari hiphop plakat, so er tað upp til tey sjálvi. Skilji ikki at nakar tímir at brúka orku uppá at brokka seg um tílíkt, serliga tá ið tað bara er til gagn fyri tiltakinum sjálvum. So fyri BangBangNight er tað bara win/win”.

Til júst hesa plakatina hevur Bárður ringt við at skilja, at fólk kunnu føla seg illa við.

” Í mínari verð er ein mynd av einum svøltandi barni í Afrika nógv meira stoytandi enn t.d. BBN plakatin. Hungursneyð er nakað vit verða noydd at taka eina støðu til, tí tað er nakað ið vit “sleppa” at síggja í reklamun/ tíðindum osf. Hóast tað er eitt nógv meir álvarsligt evni enn eitt par av boppum.

Um plakatin var beinleiðis pornografisk so ok, so kann eg skilja, at onkur verður stoyttur. Men tá Sirri kann vísa boppur í FO, so kunnu nakrar dreingir gott brúka boppir til eina konsert í DK. ”

Bárður heldur víðari, at tað fyri summi kanska kann vera ringt at skilja millum reina provokatión og list. Til tíðir kann tað kanska eisini vera eitt heldur tunt mark ímillum. Men hann heldur tó, at tá talan klárt og veruliga er um list, so tola fólk vanliga eitt sindur meira av.

” Men hetta, sum vit hava gjørt, er hvørki list ella provokation. Hettar er bara ein lýsing 🙂 ”

Ung og pornografi

Provokativ list fer altíð at vera eitt diskussiónsríkt evni. Skal ein seksuelt undir(yvir)tónað mynd kunna reklamera fyri einum tiltaki, sum ikki í sær sjálvum bjóðar inn til nakað slíkt. Tað tykist sum samtíðin í dag í hvussu so er sigur ja. Vit eru í einari tíð, har (næstan) alt er loyvi. Tað ræður um at rópa harðast, og hvat kann man annað gera enn at brúka provokatión, ella nærmari tað summi vilja síggja sum tað.

Eitt stórt argument í hesum er, at ørkymlan sjálvandi er fyri ungum. Við at kontinuert vera yviroyst við seksuellum, kanska pornografiskum tingum, kunnu tey koma at skilja mun ímillum hetta og veruleikan?

Hetta er júst eitt mál eitt lið av kroatiskum sociologum nýliga hava kannað. Tey lótu 544 lesandi m.a. fortelja um teirra pornonýtslu, tá tey vóru í aldrinum 14-17 ár, um teirra fatan av porno sum realitet, um meiningar til óforpliktandi sex, og hartil intimiteti í parforholdi.

Kanningarnar eru útgivnar í ”Psychology and Sexuality – Adolescent exposure to pornography and relationship intimacy in young adulthood” (Leystliga umsett: Óhóskandi eksponering til pornografi og parforholdsintimitet hjá ungum), og tær vísa gott nokk, at ung eru meira von við pornografi og tankan um at hava óforpliktandi sex, men tær vísa eisni á, at har onki samband er ímillum eksponering av pornografi til intimitet og samlív í parforholdi – í hvussu so er í Kroatia.

Framtíðarmarknaðarføring

Nú skal tað ikki sigast at yvirhøvur nakað pornografiskt er í plakatini til kvøldið í Føroyahúsinum, men av tí at tað eru fólk, sum hava hildið hana vera ”ov nógv”, kann tað tykjast aktuelt. Og áhugavert.

Sjálvt um Edmund fekk eitt sindur av mótgang av hendingini er hann tó glaður fyri allar tær positivu viðmerkingarnar hann hevur hoyrt um myndina.

”Eg havi aldrin hoyrt meira rós til nakað Bárður DC hevur gjørt, og tað eri eg sjálvandi glaður fyri. Plakatinar hjá Bárður eru á høgum listarligum støði, serliga hendan til hipp hopp kulturin. Sjálvandi hevur hann havt provokatión í tonkunum. Men um nøkur fólk taka tað illa, vil eg sjálvandi respektera tað.”

Sjálvur er hann eisini vitugur um, hvussu hansara framtíðarmarknaðarføring sær út:

”Eg verði nokk varin við at gera slíkt aftur.”

Eitt er tó víst. Ring reklama ER nú einaferð altíð ein góð reklama.

Tiltakið er í samstarvi við Føroyahúsið, Norðurlandahúsið, Summarfestivalin og Føroya Bjór. Um fólk hava hug at leggja leiðina framvið, er tað á Vesterbrogade 17A, staðið er. Dyrnar lata upp kl 23 við atgongumerkjum á 80 kr – inkl. garderobu. Samstundis er hetta eisini lutaseðil um atgongumerki til Summarfestivalin 2012.

OG vert at minnast, Happy Hour er til kl 24, har tvær dk øl fáast fyri 25 kr.

Advertisements

Bloggur á WordPress.com.

Up ↑