Gunn'sa
Gunn Weihe Reinert

Posts Tagged ‘tónleikur

Frostfelt: Konsertuppliving á bygd í Danmark

27 november, 2013

Umleið 1 ára grein eg fann. Áður prentað í Gratisavísini Frostfelt við Líggjas Olsen og Sakaris Emil Joensen á odda á konsertrundferð í eystur-Danmark í januar, fekk eg við. Sakin. Nordisk 2013 æt tiltakið, og saman við trimum øðrum bólkum skuldu teir spæla á 8 ymiskum mentanarhúsum. Sindur yvirraskandi var Keypmannhavn ikki inkluderað. Helt eg. […]

Samrøða: Frostfelt

27 november, 2013

Eftir eina deiliga mettandi uppliving í Baltoppinum togaði eg so høvuðsmenninar í Frostfelt, Líggjas og Sakaris, yvir í ein krók at takka fyri góða konsert og fyri at tráðspyrja eitt sindur. Hvussu bar tað til, at Frostfelt var við á hesari konsertrundferðini? Líggjas: ”Fyriskiparin av tiltakinum var faktiskt á G! við tí endamáli at finna […]

Dómadagur í Dómkirkjuni: Konsert vid Hamferd

11 mars, 2013

Dómadagur í Dómkirkjuni: Konsert við Hamferð ”Eg eri heilt ovfarin, hvussu top-professionel øll hava verið kring alla framførsluna. Teknikarar, fólkúr kirkjuni, hjálparfólk… Tað er ikki so vanligt at uppliva í Føroyum.” Tá ein dómadags málmskonsert verður lýst at vera í Havnar dómskirkju, má ein nokk líka steðga á og hyggjaeina eyka ferð. Kann man tað? […]

Tónleikabrak, Sensur og BangBang

31 mars, 2012

Leygarkvøldið 31. mars verður aftur okkurt á vási í Føroyahúsinum á Vesterbrogade. BangBangNight kallast tiltakið, og við nøvnum sum Gipsy Train, Swangah Dangah og Brynjolfur kann kvøldið kanska ikki lýsast betur. Spennandi kvøld Tað er FO Invasion, sum skipar fyri tiltakinum, og maðurin aftanfyri, Edmund Sofus Jacobsen, er ikki sørt spentur. ”Tað er heilt ótrúligt […]

Afrokid: Fjøldin skal dansa

31 august, 2010

Prentað í Gratisavísini 01.09.10 Ein seinseinnapart í donskum seinsummarveðri fór eg súkklandi gjøgnum Keypmannahavnargøtur ímóti Halmtorvinum. Á súkkluni hjá mær, sum man hava samlað støv í skjótt eitt ár. Við konsentreraðum eygum og við tunguni stingandi eitt sindur útum tók eg eina ljóskurv fyri og aðra eftir. So stolt. Næstan til tíðina kom eg til […]

Shopping online

7 mai, 2010

Áður prentað í Gratisavísini 5. feb 2010 Hevur tú pengar so kanst tú fá. Og við internetsambandi so fært tú enn meira. Í dag er tað heilt vanligt, at fyritøkur sum privatpersónar flyta sølumarknaðin hjá sær út á netið. Og hví ikki. Við sínum 1,7 mia brúkarum kring allan heimin kann sigast, at internetið er […]

HEIÐRIK – frælsi at úttrykkja seg

12 apríl, 2010

Áður prentað í Gratisavísini 30.11.2009 Heiðrik á Heygum hevur síðstu dagarnar verið aktuellur við, at hansara stuttfilmur “Mítt rúm” varð vístur á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Hetta var í samband við eitt afturvendandi tiltak, Biodage, har fokus verður sett á norðurlendska filmslist. Tað næsta á skránni hjá Heiðrikki er ein nýggj stakfløga frá hansara komandi fløgu, […]