UDVANDRING – ung færøsk samtidskunst

Image

Tann 20. apríl kl 16-18 verður fernisering á Norðuratlants Bryggjuni í Keypmannahavn. Listaframsýningin, sum ber heitið ”UDVANDRING – ung færøsk samtidskunst”, er ein samling av útvaldum verkum frá Erlu Maritu Askham, Johan Martin Christiansen, Heiðrikki á Heygum, Jóannes Lamhauge, Halldis Olsen og Silju Strøm.

Til ferniseringina fer listasøgufrøðingurin og rithøvundurin Inger Smærup Sørensen at halda talu.

Hesi seks listafólkini eru øll av teirri yngri generatiónini av føroyskum listafólkum, fødd í 80’unum, og tey hava øll leitað sær út frá oyggjunum at vinna sær eitt nú útbúgving og inspiratión. Teirra verk bróta seg bæði geografiskt og tematiskt frá teirri eldru generatiónini við evnum sum eitt nú kyns- og identitetsproblematikki.

Samskiparin av framsýningini, tann ævigt aktivi Heiðrik á Heygum, heldur hendan munin millum tey eldru og yngru vera sera áhugaverdan. Meðan landslagsmálningar næstan eru ein sjálvfylgja í repertoire’ inum hjá eldru generatiónini, leita tey yngri í ein nógv størri mun inneftir. Til teirra innara landslag, um tað kann sigast so. Og onki positivt ella negativt í sjálvum tí, men tað sæst at listin hevur verið sterkt dominerað av mannfólki, sjálvandi við undantøkum sum Ruth Smith eitt nú.

Tey verkini Heiðrik fer at sýna viðgera ta sjón útlendingar, serliga fólk úr Green Peace o.l. ofta hava um føroyingar og grindadráp. ”Temjast í vøgguna” er eitt heiti hann nýtir um persónifisering av villdjórum.

Framsýningin verður at síggja í døgunum 21. apríl til 28. maj.

Eitt sindur um listafólkini:

Erla Marita Askham (1981)

Í sínum verkum arbeiðir Erla Marita við einari rakandi, men avvápnaðari feminismu og fer inn á evni sum uppvøkstur, kynsrollur og grundleggjandi livikor.

Johan Martin Christiansen (1987)

Johan Martin er lesandi á Malmø Art Academy (Lund University) og er búsitandi í Keypmannahavn. Hann hevur víst sínar installatiónir – ella materialis-yrkingar – á m.a. Kunsthal Charlottenborg og Copenhagen Contemporary. Hartil hevur hann eisini havt framsýningar í Føroyum.

Heiðrik á Heygum (1983)

Heiðrik verður ofta sæddur sum pioner innan føroyska tónleika- og filmslist. Heiðrik hevur m.a. gjørt pallmyndir, teknað til barnabøkur og gjørt nógvar fløguhúsar. Hann hevur havt nógvar framsýningar, harímillum Innrás í Müllers Pakkhúsi síðsta ár, har hann eisini var samskipari. Heiðrik málar mest við akvarel og stílurin kann sigast at vera ekspressionistiskur og til tíðir surrealistiskur.

Jóannes Lamhauge (1985)

Jóannes hevur síðan sína debut í 1998 havt talríkar listaframsýningar. Tó er hann formelt utbúgvin sum religiónsfilosof og arbeiðir sum filmsinstruktør og grafikkari. Hansara verk hava ofta ein symbolskan dám, bæði við álvarsamum sum komiskum undirtónum, og í seinastuni hava verkini avspeglað eina meira intuitiva leitan eftir einum samspæli millum menniskað og náttúrina.

Halldis Olsen (1983)

Halldis er útbúgvin prentari og grafikkari í Onglandi og Italia, har hon nú er búsitandi. Hennara yndis arbeiðshættir eru við ætsning, akvating, mezzotint og linoleum. Útgangspunktið fyri hennara verk eru ofta skeivar detaljur frá marrulíknandi dreymum, sum, blandað við gerðandiseyðkennum, skapa myrk og surreal univers.

Silja Strøm (1987)

Silja er bachelor frá Glasgow School of Art og hevur hesi seinastu árini havt framsýningar í Skotlandi, Danmark og Føroyum. Hon arbeiðir bæði við tekning og oljulitum. Hennara motiv verða skapt sum kollagir av inntrykkum og myndum frá t.d. bløðum, filmum og bókum úr populærkulturinum. Á henda hátt samansetast eitt hav av forteljingum í kompleksum ikki-linjurættum kompositiónum.

Bloggur á WordPress.com.

Up ↑